HB er greipuvinnari

Finalan um Løgmanssteypið var ein endurtøka av finaluni í fjør, og enn einaferð stendur HB eftir sum steypavinnari

Sigurjón Einarsson
5. desember 2020 kl. 17:53

Víkingur 0 – HB 2

TÓRSVØLLUR: Tað sást greitt fyrstu løtuna, at tað var upp til HB at skapa dystin, meðan Víkingaleikararnir løgdu áherðslu á at verja málið. Ofta sá Finnur Justinussen øgiliga einsamallur út har frammi. Men tað var annars smáligt við málmøguleikum fyrsta korterið, har HB hevði tveir hálvar kjansir.

Fyrsti veruligu málmøguleikin kom, tá 19 minuttir vóru leiktir, tá gott innlegg endar við, at Mikkel Dahl høvdaði móti Víkingamálinum, men Elias Fagrá bjargaði væl.

Men HB-trýstið helt áfram, og tað gav úrslit eftir at 24 minuttir vóru leiktir, at HB-smáspæl endaði við, at Mikkel Dahl skeyt móti málinum. Skotið sá út til at fara við síðuna av, men um tað var Mikkel Dahl ella Víkingaleikari, ið bendi bóltin í egið mál er líkamikið fyri støðuna, 1-0 til HB.

Eftir málið royndi Víkingur at koma inn í dystin aftur, og tað mundi givið úrslit, tá Arnbjørn Svensson frá góðari fjarstøðu skeyt bóltin beint uppum, sum kann kallast fyrsti veruliga málmøguleikin hjá Víkingi. Tá vóru 37 minuttir leiktir.

Minuttin eftir var HB nær við at leggja seg á odda 2-0, tá Dan í Soylu skeyt beint við síðuna av. Hilmar Leon Jacobsen átti kanska at hava lagt HB á odda 2-0, tá 41 minuttir vóru leiktir, men Elias Fagrá stórbjargaði.

1-0 til HB í hálvleikinum.

Gongdin var tann sama í byrjanini av seinna hálvleiki. HB trýstið, meðan Víkingar vardu. Og mann freistast til at siga, at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn HB fór at leggja seg á odda 2-0. Tá 10 minuttir vóru leiktir í seinni hálvleiki, endaði tað við, at innskifti Mads Mikkelsen legði bóltin í Víkingamálið við góðum skoti. Elias Fagrá var prísgivin.  

Øði kemur í grindina og Víkingur er nær við

Hóast greitt yvirtak, mundi Víkingur fingið eina gávu, tá Teitur Gestsson var óansin og skeyt bóltin beint út til Sølva Vatnhamar, ið setti ferð á móti HB-málinum, men varð feldur beint uttanfyri HB-brotsteigin í 67. minutti. Fríspark og gult kort til Delphin Tshiembe.

Frísparkið verður skotið móti HB-málinum. Teitur hálvbjargar. Bólturin er leysur og verður lagdur innfyri, har ein púra fríur Sølva Vatnhamar úr stuttari frástøðu bert skal seta pannuna á, og so er 2-1, men nei, hann høvdar bóltin á tvørtræið og beint niður frammanfyri Teit Gestsson, ið takkar teimum hægru maktinum fyri, at hansara mistak ikki kostaði mál.

Tríggjar minuttir stendur Finnur Justinussen brádliga púra fríur, men skjýtur bóltin onkursvegna við síðuna av. Nú burdi tað staðið 2-2, men máltalvan vísti 2-0 til HB.

Comebackið sum ongantíð kom

Viðhvørt kann tað vera bergtakandi at síggja, hvussu eitt lið verður skilt sundur á vøllinum – tó ikki á Svangaskarði upp gjøgnum 90-ini, skal eg heilsa og siga – har tú kanst síggja á leikararnum, at teir írestandi 35-40 minuttirnar í besta føri kunnu lýsast sum tungi túrurin hjá Jesusi út móti Golgata við krossinum á rygginum, og har tíðin gongur spakuligari enn røðin til at skaffa sær heitt kaffi í hálvleikinum ein so kaldan dag sum í dag.

Í cricket hevur mann faktiskt eina áseting um, at tað eina liðið kann siga, at nú er nokk, nú gevast vit, tá tað stendur øllum greitt, at annað liðið hevur vunnið. Hetta, tí mann hevur virðing fyri sínum mótstandara.

Viðhvørt kennist fótbóltur miskunnarleysur, og tað kunnu Víkingaleikararnir nokk eisini skriva undir uppá, sum ein keðilig date, har tey bæði, sum eru á date, ikki sita væl um sátt og alt er fallið til jarðar longu áðrenn rækjublandið er komið á borðið. Har mann bara vil burtur, vekk, út, heim!, men har mann allíkavæl heldur høvdið høgt, verður standandi og stríðist í teirri vón um, at tað heila kann venda – at mann onkursvegna kann fáa eitt comeback. Tað hendi jú í Istanbul í 2005 til Champions League-finaluna, er besta dømi.

Men í mun til cricket, so ert tú í fótbólti noyddur at gera tingini liðug. Tað kann tykjast hart at síggja vónloysi á tapandi liðnum. Vónloysi, ein kensla, ið ikki hoyrdi heima í fótbólti, lærdi eg av einum froysandi og spítandi cockney-breta fyrst í 90-unum í Runavík. Tað varð sagt í stríðshugi. Av einum manni, so mann skilti tað soleiðis, at mann skuldi ansa eftir at hava samkenslu við hinum – ein løgin kensla, tá mann var uppvaksin við næstrakærleika og Charlie Chaplin-filmum, har næstrakærleikin er í hásæti, eftir at tann stóri brotsmaðurin hevur fingið bank.

Men ja, tá dystir eru soleiðis sum dysturin var í dag, so vónar mann, fyri spenningin skyld, at eitt comeback altíð er møguligt og at tað júst er í fótbólti, at hetta eydnast til tíðir. Og tá hendir, so er fótbóltur – the beautiful game – stutt og greitt undurfullur gandur! Hetta hendi tó ikki í dag, men Víkingaleikararnir góvu ongantíð upp! Teir stríddust manniliga, men tað bar bara ikki á mál í dag.

Síðsti møguleikin at koma inn í dystin var í 88. minutti, tá Sølvi Vatnhamar breyt ígjøgnum og frá 13 metrum skeyt bóltin móti HB-málinum. Bólturin hevði góða kós, men har var Teitur Gestsson sum ein køttur og fekk jústað bóltin uppum. Hetta tók mestsum síðstu luftina úr Víkingaleikararnum, ið mugu ásanna, at hóast at hava havt tríggjar heilt stórar málmøguleikar, so var hetta ikki dagurin hjá steypaliðnum mikla.

Víkingar kunnu tó ugga seg við, at dystin uttanfyri vøllin vunnu tey úr Eysturkommunu.

Og í Klaksvík frøast tey seg nokk eisini um HB-sigurin, ið merkir, at KÍ aftur komandi ár fer at spæla evropeiskan fótbólt.

Hóast úrslitið nú gjørdist sum tað gjørdi, so kunnu vit staðfesta, at hetta heldur øðrvísi kappingarárið nú endiliga er liðugt. Ongantíð áður er eitt kappingarár endað so seint – 5. desember. Hóast onkur stormur hevur vitjað oyggjarnar her í heyst, so hava vit verið ótrúliga heppin við veðrinum og hava greitt hetta kappingarárið á vanliga hátt, tó so, at tað bert hevur verið ein dystur í semifinaluni í Løgmanssteypinum og ein dystur, ið avgjørdi upp og niðurflytingina til Betri Deildina og næstbestu deildina, heldur enn ein dyst úti og ein heima, men tað hevur riggað stak væl, og tað kunnu vit øll vera samd um.