HB gjørdi "comeback"

Í gjár var fyrra umfarið í hálvfinalunum í steypakappingini avgreitt. HB gjørdi “comeback” ímóti NSÍ og Víkingur vann akkurát á B36.

Kristian Waag Dam
22. november 2021 kl. 07:50

Tað eru einans fýra lið eftir í steypakappingini og í gjár vóru fyrru dystirnir í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið leiktir. Hálvfinalurnar vera avgreiddar við tveimum umførum, soleiðis at øll liðini spæla ein dyst á útivølli og ein á heimavølli. Tann eina hálvfinalan var millum HB og NSÍ, meðan hin hálvfinalan var millum Víking og B36. Báðir dystirnir byrjaðu kl 15.

Á Tórsvølli tók HB ímóti NSÍ. Undan dystinum var HB favorittur, millum annað tí, at teir hava havt betri úrslit í landskappingini enn NSÍ. Tó er HB nú uttan stjørnuleikaran Mikkel Dahl, ið teir ikki longdu sáttmálan við aftaná landskappingin endaði.

NSÍ tók HB á bóli við at leggja seg framum 1-0 og stutt eftir til 2-0. Tað vóru Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen, ið skoraðu málini hjá NSÍ. Hálvleikstøðan var 2-0 til útiliðið. Hóast HB fór til hálvleiks við eini ræðuligari hálvleiksstøðu, so bardu teir seg inn aftur í dystin. Fyrst var tað Hilmar Leon Jacobsen, sum í 68 minutti minkaði um munnin og í yvirtíðini skoraðu HB tað útjavnandi málið. Í yvirtíðini var eisini nær við, at HB skoraðu sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Undan dystinum høvdu NSÍ allarhelst verið væl nøgdir við einum javnleiki á útivølli, men aftaná eina tílíka dreymabyrjan var endaliga úrslitið snópisligt.

Hin hálvfinalan var millum Víking og B36. Víkingur átti heimavøll og var tí smáfavorittur undan dystinum. Haraftrat hevur Víkingur eisini verið eyðkent sum steypakappingarliðið tey seinastu árini.

Hóast lítil munur var á liðunum og tað leingi stóð á jøvnum, so megnaði Martin Klein at leggja Víking á odda í 71 minutti. Har komu ikki fleiri mál í dystinum og dysturin endaði tískil 1-0 til heimaliðið.

Hetta vóru fyrru dystirnir í hálvfinalunum, so enn er einki avgjørt. Hóast hesir dystirnir kunnu geva eina ábending um, hvør verður í finaluni, so er alt opið enn. Úrslitini vóru so mikið jøvn, at enn hava øll liðini møguleikan at tryggja sær eitt pláss í finaluni. Seinna umfarið verður næsta vikuskifti. NSÍ og HB tann 27. novembur og B36 ímóti Víkingi 28. november.