HB heldur frástøðuna

Oddaliðið í Betri-deildini styrkti sær um støðuna við sigri á Skála í dag

Sveinur Tróndarson
4. oktober 2020 kl. 15:20

Tað var lagt tíðliga til brots við fótbóltinum í dag. Fyrsti dysturin byrjaði longu klokkan 12.30, tá botnliðið av Skála kom á vitjan á Tórsvølli í dag.

Á stigatalvuni var stórur munur, tí HB var oddalið við 55 stigum og Skála botnlið við tveimum stigum. Tí kom tað heldur ikki so óvart á, at HB vann dystin við trimum málum móti ongum.

Adrian Justinussen skoraði fyrsta málið hjá HB um miðjan fyrra hálvleik, Hilmar Leon Jakobsen økti, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin og Øssur Dalbúð staðfesti sigurin móti endanum av dystinum.

Úrslitið hevur við sær, at HB nú er átta stig fremst við 58 stigum. NSÍ er nummar tvey við 50 stigum og KÍ hevur 48 stig. Men KÍ eigur tveir dystir tilgóðar.

Hinir báðir dystirnir í dag vóru AB-NSÍ á Argjum og EB/Streymur og B36 spældu við Margáir.

Á Argjum vann NSÍ 2-1 eftir at hava verið á odda 2-0 til fram móti dystarenda. Petur Knudsen legði NSÍ á odda, tá átta minuttir vóru leiktir. Tríggjar minuttir fyri hálvleik økti Jesper Flinck Christjansen til 2-0 og tann støðan helt sær til dysturin var næstan liðugur. Tá minkaði Bartal Petersen um munin til endaúrslitið.

Við Margáir vann B36 stórsigur, og har gekk skjótt at fáa glið á. Tá 20 minuttir vóru farnir var B36 á odda 4-0. Andrass Johansen legði B36 á odda, tá fimm minuttir vóru spældir. Eli Falkvard Nielsen økti fýra minuttir seinni, og upp aftur seks minuttir seinni økti Ragnar Samuelsen til 3-0. Tá 20 minuttir vóru leiktir skoraði Stefan Radosavljevic til 4-0.

Tvey mál, eitt í part, komu afturat fyri steðgin, tá Niclas Kruse fyrst minkaði um munin til 4-1, og so skoraði Andreas Thomsen til 5-1.

Nakað inn í seinna hálvleik minkaði Niclas Kruse enn einaferð um munin áðrenn Stefan Radosavljevic økti til 6-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið

Ein dystur varð spældur í Trongisvági í gjár, tá ÍF var á vitjan. Tann dysturin endaði 1-1. Uros Stojanov legði ÍF framum, tá 62 minuttir vóru farnir, men bara seks minuttir seinni javnaði Mark Kongstedt fyri TB.