

Fyri fáum døgum síðani boðaði Teitur Matras Gestsson frá, at hann nú er givin at spæla fótbólt á hægsta stigi.
Nú heldur HB seg hava funnið avloysaran fyri Teit, sum síðani 2011 hevur verið aftasti skansi í norðara enda í Gundadali, og sum hevur spælt fleiri enn 400 dystir í fremstu røð.
HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Reinis Reinholds. Hann er ættaður úr Lettlandi og er 2,02 metrar høgur. Talan er um sáttmála, sum fevnir um kappingarárini 2025 og 2026.
Reinis Reinholds hevur sambært transfermarkt seinastu árini spælt fótbólt í lægru deildunum í Italia. Í september flutti hann frá Capo Rizzuto og til Sciacca, og seinastu tíggju árini hevur hann umboðað tólv feløg.