HB venjarin uppsagdur

Fyri løtu síðan hevur HB boðað frá, at venjarin, Kim Engstrøm, er uppsagdur

Kim Engstrøm. Mynd: hb.fo
Kristian Waag Dam
16. mai 2022 kl. 11:11

Nevndin í HB hevur gjørt av at enda samstarvið við høvuðsvenjaran hjá Betri monnum, Kim Engstrøm.

Tað skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari, hb.fo.

- Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

- Kim hevur víst ídni og eldhuga allan vegin, meðan úrslitini ikki hava verið nøktandi, í mun til tey mál vit sum felag seta okkum.

- Vit takka Kim fyri tíðina í HB, og ynskja honum blíðan byr í framtíðini.

HB skrivar, at nýggjur venjari verður kunngjørdur innan stutta tíð.