HBO keypir sendirøð um Nautilus-málið

Dramasendirøðin “Efterforskningen” lýsir drápið av svensku tíðindakvinnuni Kim Wall, sum danski Peter Madsen beindi fyri

Ari av Rana
5. januar 2021 kl. 12:35

Stóra amerikanska stroymingartænastan HBO hevur keypt rættindini til donsku dramasendirøðina “Efterforskningen”. Efterforskningen, sum av fyrstu tíð varð víst á TV2 um heystið 2020, lýsir kanningararbeiðið av drápsmálinum umborð á kavbátinum Nautilus, har svenska tíðindakvinnan Kim Wall varð dripin.

Tað var tann 10. august 2017 at 30 ára gamla Kim Wall varð boðin umborð á kavbátin Nautilus, sum danski verkfrøðingurin Peter Madsen hevði bygt og átti. Kavbáturin legði frá Refshaleøen í Keypmannahavn, men kom aldrin aftur.

Dagin eftir varð Nautilus funnin sokkin og Peter Madsen varð bjargaður úr sjónum. Næstu tíðina vóru likamslutir funnir í økinum, og 23. august varð Kim Wall váttað deyð, eftir at ein konufólkabulur varð rikin á land á Amager. DNA royndir vístu at talan var um Kim Wall. Peter Madsen varð dømdur lívslanga fongsulsrevsing tann 25. apríl 2018.

Tað er danski filmsleikstjórin Tobias Lindholm, sum hevur leikstjórna “Efterforskningen”. Sendirøðin, sum telur seks partar, fylgir Jens Møller, sum var drápskanningarleiðari hjá løgregluni í Keypmannahavn, og ákæranum Jakob Buch-Jensen. Tað eru kendu donsku sjónleikararnir Søren Malling (Forbrydelsen, Borgen) og Pilou Asbæk (Game of Thrones, Forbrydelsen, Borgen), sum spæla ávikavist Jens Møller og Jakob Buch-Jensen.

“Efterforskningen” hevur frumsýning á HBO og HBO Max 1. februar 2021.