Heðin Hansen boðsendur til landsliðið

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Heðini Hansen úr HB, sum skal avloysa Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg

Heðin Hansen er úttikin til landsdystirnar móti Litava og Luksemborg (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
10. juni 2022 kl. 19:32

Seinastu løtuna í dystinum móti Luksemborg spældi føroyska landsliðið við níggju monnum. Fyrst varð René Shaki Joensen vístur av vølli, og lítla løtu seinni fekk eisini Sølvi Vatnhamar tað reyða kortið frá dómarinum.

Meðan René Shaki hevur fingið leikbann í ein dyst, er nú greitt, at Sølvi Vatnhamar er leikbannaður næstu tríggjar dystirnar.

Sum avloysara fyri Sølva á miðvøllinum hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sent boð eftir Heðini Hansen úr HB. Heðin er ikki ókendur í landsliðshøpi, og er higartil skrásettur fyri seks A-landsdystir fyri Føroyar – seinast í 1-0 sigrinum á Liktinstein fyrr í ár.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Litava verður á Tórsvølli í morgin, leygardagin 11. juni klokkan 17.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Á middegi fríggjadagin vóru umleið 2.500 atgongumerki seld.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo