Heðin Mortensen er nevndarformaður í Føroya Arena

Nevndin fyri Føroya Arena hevur skipað seg

(Mynd: Tórshavnar kommuna).
Kristian Waag Dam
25. juli 2022 kl. 15:35

Nevndin fyri Føroya Arena hevur skipað seg. Limirnir í nevndini, sum eru valdir av Tórshavnar kommunu, eru Heðin Mortensen, Annika Olsen, Bergur Poulsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Guðrið Højgaard.

Á fyrsta fundinum, var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, valdur sum for formaður. Næstforkvinna er Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Á fundinum legði Jógvan Emil Nielsen legði fram ætlanina fyri Føroya Arena og viðtøkurnar fyri grunnin vórðu samtyktar og felagið er skrásett.

Sambært Tórshavnar kommunu fer nevndin nú til verka og bygginevnd verður sett.