Heðin Mortensen: - Vakmyndatól skulu setast upp skjótast gjørligt

Borgarstjórin í Havn er troyttur av øllum harðskapsmálunum, ið hava verið í náttarlívinum í Havn seinastu tíðina, at hann vil hava vakmyndatól sett upp sum skjótast. Heðin Mortensen bíðar nú eftir politisku skipanini, ið skal umrøða spurningin í dag – um undirtøka er fyri, at lógin um vakmyndatól kann broytast, so vakmyndatól kunnu setast upp í almenna rúminum í Havn

Sigurjón Einarsson
5. mai 2022 kl. 12:42

Stendur tað til borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, so skulu fólk venja seg við, at tað verður meira eftirlit í býarmyndini í miðbýnum í Havn.

– Eg eri troyttur av, at eg sunnudag eftir sunnudag skal hoyra í útvarpinum, at nú hevur aftur harðskapur verið í býarlívinum. Hevði tað verið upp til mín, so vórðu fimm-seks vakmyndatól sett upp í miðbýnum í Havn skjótast gjørligt, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Borgarstjórin sær fyri sær, at vórðu vakmyndatól sett upp í almenna rúminum kring miðbýin í Havn, har nógv fólk samlast í náttarlívinum – eitt nú í Klubbagarðinum, við Káta Hornið og í Steinatúni, so hevði tað verið við til at bøtt um trygdina hjá tí einstaka, heldur Heðin Mortensen.

– Fyri nøkrum árum síðan vórðu nakrar standmyndir settar upp í Havn, sum ikki fingu frið. Millum annað standmyndin, ið enn stendur uttanfyri Gamla Bókhandli, sum bara ikki fekk frið. Tá avgjørdu vit at seta eini trý vakmyndatól upp og tá fekk standmyndin frið, vísir borgarstjórin á.  

(Mynd: EPA-EFE)

Gransking: Vakmyndatól steðgar herverki, men ikki harðskapi
Í Føroyum hava vit eingi hagtøl fyri, hvørja ávirkan vakmyndatól hevur, men í London – har tað verður mett, at tað eru næstan 691.000 vakmyndatól í býnum, og ein London-íbúgvi í miðal verður filmaður áleið 300 ferðir um dagin – vísir ein kanning frá The College of Policing, at vakmyndatól hevur fyribyrgjandi virknað móti herverki og innbrotum í bilar á parkeringsplássum og í parkeringshúsum.

Hinvegin hava vakmyndatól, sambært kanningini, ikki havt stóra ávirkan á steðga harðskapi.

Niðurstøðan í hesi kanningini er í tráð við vitanina um vakmyndatól, sum tað danska Kriminalpræventive Råd hevur á økinum, har millum annað vakmyndatól hava víst seg ikki at stegða impulsivum harðskapi ella gøtuóskil, men heldur hava sítt virði í parkeringshúsum, men eisini vanligum parkeringsplássum.  

Sostatt vísa kanningar, at harðskapur í náttarlívinum ikki er minkaður, eftir at vakmyndatól eru sett upp, tí harðskapur í náttarlívinum, sambært kanningum, ofta er úrslit av onkrari østari støðu.

Hóast kanningar í London og í Danmark siga okkum, at vakmyndatól ikki steðgar harðskapi í náttarlívinum, so ynskir Heðin Mortensen at royna hetta av í miðbýnum í Havn.

– Eg vil, at vit skulu royna hetta av, tí vit vita einki, fyrr enn vit hava roynt hetta her. Vit mugu verja okkara borgarar, og vit skulu eisini verja tey, ið hava verið offur fyri hesum gerðum í náttarlívinum. Tað riggaði at seta vakmyndatól upp kring Gamla Bókhandil í samband við standmyndina har. Tí rokni eg eisini við, at um vit lýsa vit tí, at nú eru vakmyndatól uppi, so fara fólk at hugsa seg meira um, áðrenn tey fremja eina brotsgerð, sigur Heðin Mortensen.

Heðin skilir ikki atfinningarnar
Men tað eru ikki øll í býráðnum í Havn, ið eru so glað fyri ætlanina at seta vakmyndatól upp í miðbýnum í Havn. Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, ynskir ikki, at vakmyndatól verða sett upp. Hon heldur tvørturímóti, at tað verður ein høgur prísur at rinda, verða vakmyndatól sett upp, tí tað gongur yvir persónliga frælsið hjá tí einstaka.

– Er tað veruliga so, at býráðið arbeiðir við yvirvaking? Skulu vit ikki kunna ganga í býnum í Havn uttan at vera eygleidd av einum vakmyndatóli á hvørjum horni, spurdi hon, tá ið býráðið umrøddi málið herfyri.

Men hesum skilir borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, ikki.

– Í mínari verð er hetta ikki ein trupulleiki. Hvat skal mann vera bangin fyri? Mann verður filmaður ella myndir verða tiknar av tær allatíðina á almennum støðum. Ert tú til almenn tiltøk ella á ólavsøku, so eru myndatól til staðar allastaðni og myndir av tær kunnu síggjast á ymsum portalum, so eg dugi ikki at síggja, at hetta skal vera ein trupulleiki, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin vísir eisini á, at vit hava longu vakmyndatól í handlum, sum virka fyribyrjandi.

– Er nakað ivasamt hent, ið krevur at hugt verður eftir upptøkum, so er tað bert løgreglan, sum kann hyggja upptøkurnar ígjøgnum, og eg hugsi tað sama ger seg galdandi, um vit seta vakmyndatól upp í miðbýnum – at løgreglan bert hyggur upptøkur ígjøgnum í samband við harðskapsmál. Upptøkurnar verða eisini slettaðar so hvørt, so tað er eingin vandi fyri, at upptøkur av fólki verða goymdar í langa tíð, so hatta dugi eg ikki at síggja er ein trupulleiki, slær borgarstjórin í Havn fast.

(Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ivast í, um løgtingið fer at taka undir við einari lógarbroyting um yvirvøku við vakmyndatóli, tí mótstøðan var stór, tá lógin varð dagførd í 2020)

Bíðar nú eftir politisku skipanini
Heðin Mortensen, borgarstóri, sigur seg hava tikið málið um vakmyndatól upp við fútan, og í dag, hósdagin, skal politiska skipanin umrøða spurningin, hvørt tað er undirtøka fyri at leggja málið fyri tingið, tí sum nú er, er ikki lógarheimild at seta vakmyndatól upp í miðbýnum í Havn.

Við Kringvarpið tann 2. Mai segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at hann ivast í, um løgtingið fer at taka undir við einari lógarbroyting, tí mótstøðan var stór, tá lógin um yvirvøku við vakmyndatóli varð dagførd í 2020.

– Skal eg lurta eftir kjakinum, sum var í samband við lógarbroytingina í 2020, so var tað øgiliga nógv ivamál, um hetta gongur út yvir persónliga frælsi hjá tí einstaka, um vakmyndatól verða sett upp í náttarlívinum í Havn ella aðrastaðnis í landinum, tí er tað ein politiskur spurningur, um mann er til reiðar at fara eitt stig víðari, sum vit millum annað síggja í Danmark og eisini í Íslandi, har vakmyndatól eru sett upp í náttarlívinum, segði løgmaður millum annað í samrøðuni við Kringvarpið mánadagin.

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, bíðar nú eftir politisku skipanini, hvørt tað er undirtøka fyri at broyta lógina, so vakmyndatól kunnu verða sett upp í miðbýnum í Havn, men er undirtøka fyri at broyta lógina, so fer tað ikki at ganga rúm tíð, so verða vakmyndatól sett upp í Havn.

– Er politisk undirtøka fyri at broyta lógina, so koma vakmyndatólini upp skjótast gjørligt, sigur Heðin Mortensen at enda.

Galdandi lóggáva um yvirvøku við vakmyndatóli

Lóggávan um yvirvøku við vakmyndatóli er donsk lóg frá 1982, sum bleiv sett í gildi í Føroyum í 1988. Lógin bleiv sett í gildi uttan broytingar í mun til donsku upprunalógina.

1. januar 2021 kom nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Nýggja løgtingslógin hevur reglur um, nær yvirvøka við vakmyndatóli kann fara fram og undir hvørjum treytum.

Dátueftirlitið hevur saman við Føroya Politi og Løgmansskrivstovuni gjørt eina vegleiðing um nýggju lógina. Les vegleiðingina her.

Dátueftirlitið skal føra eina skrá yvir vakmyndatól, og tí skal tað fráboðast til Dátueftirlitið, tá vakmyndatól verða sett upp.