Heilsumálaráðið: Koppseting kann bjarga ólavsøkuni

Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Koppsetingarbólkurin mælir til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat at verða koppsett. – Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda, sigur Heilsumálaráðið

Sigurjón Einarsson
23. juli 2021 kl. 14:45

Nú er meira enn helmingurin av øllum føroyingum koppsett. Verður hugt at teimum, sum hava fylt 16 ár, so er prosenttalið væl hægri.

Í seinastuni hevur stundum verið at hoyrt, at tað gongur seinni at koppseta í Føroyum nú. Tað er partvíst rætt, men tað er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, tí koppsetingargongdin í Føroyum líkist henni í londunum rundan um okkum. Har fór ferðin á koppsetingini eisini niður, tá komið var til teir yngru aldursbólkarnar.

Koppsetingarbólkurin mælir tí til, at tey, ið enn ikki eru koppsett ella bara hava fingið fyrra prikið, halda seg framat.

Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, leggur dent á, at tað er skilagott at lata seg koppseta av øðrum orsøkum, enn bara fyri at sleppa á ólavsøku og generelt fáa størri frælsi. Ikki minst hevur tað týdning fyri alla fjøldina, at vit í Føroyum røkka flokkimmuniteti – tað er, at so nógv fólk eru koppsett, at sjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

– Fyrra prikið verjir væl ímóti koronu og annað prikið enn betur, so fólk eru væl vard á ólavsøku, eru tey koppsett. Hava tey fingið bæði prikini, og tað eru gingnir átta dagar síðani seinna prikið, sleppa tey eisini undan sóttarhaldi. Men afturat tí hevur tað stóran týdning fyri at røkka flokkimmunitetinum, at meira enn 80 prosent av fólkinum verða koppsett, sigur Lars Fodgaard Møller við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum

Hann leggur eisini dent á, at fólk, sum eru koppsett fyri koronu, men kortini fáa smittuna, gerast nógv minni sjúk enn tey, sum ikki eru koppsett – og tað er galdandi longu eftir fyrra prikið.

Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar.

Landslæknin vísir á, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, ið er tað, sum verður brúkt í Føroyum, eisini verjir væl ímóti Delta-frábrigdinum av koronu, sum smittar sera illa.

Hetta til ólavsøku er opið fyri koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum soleiðis:

·         Landssjúkrahúsið 23., 25., 26. og 27. juli

·         Klaksvíkar Sjúkrahús 26. og 27. juli

·         Suðuroyar Sjúkrahús 26. juli