Heilsumálaráðið: Skundkanningar skal minka um trýstið á PCR-kanningar

Skundkanningar fyri koronu eru nøktandi sum fyribyrgjandi kanningar at skapa tryggleika, tá ongin ítøkiligur illgruni frammanundan er um smittu, heldur serfrøðin í heilsuverkinum, hóast landslæknin mælti frá at nýta skundkanning í mei í ár. Heilsumálaráðið mælir til, at fólk tryggjar sær, at góðskan á skundkanningunum er í lagi

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 13:49

Landsstýrismaðurin við heilsumálum mælir nú fólki til í størri mun at brúka skundkanningar at kanna seg fyri koronu, heldur enn tær sonevndu PCR-kanningarnar, sum vit kenna tær í dag.

– Skundkanningar eru nøktandi og eitt gott og sera ómakaleyst alternativ. Við at fólk í størri mun fer at brúka skundkanningar, kunnu vit minka trýstið á almennu PCR-kanningarnar, ið serliga eru ætlaðar fólki, sum hava serliga grundaðar orsøkir at lata seg kanna fyri koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.

Skundkanningarnar eru ikki eins álítandi og PCR-kanningarnar, men tær verða mettar at vera nóg álítandi at brúka sum tryggleikakanningar. Og so hava tær tann stóra fyrimunin, at fólk kunnu kanna seg sjálv við teimum og fáa úrslitið beinanvegin, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari.

Stríðir ímóti hvat landslæknin áður hevur sagt

Nýggja tilmælið hjá Heilsumálaráðnum er gjørt í samráð við landslæknan, og bæði farsóttarnevndin og landsapotekarin hava eisini havt tað til ummælis, men tað stríðir ímóti, hvat landslæknin segði við Dimmalætting í mei mánað í ár. Tá hóvaði tað landslæknanum lítið, at handlar vóru byrjaðir at selja skundkanningar, tí hann metti tað at vera falskur tryggleiki.

– Jú, hon fangar tey, ið eru mest smittað, men ikki øll tey, ið eru møgulig smittuberar. Vansin er, at hendan skundkanningin bert fangar helvtina av teimum, sum eru koronusmittað, so hetta er ein falskur tryggleiki, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni við Dimmalætting í mei.

Landslæknin vísti tá á, at hóast hesar skundkanningar verða nógv brúktar í Danmark, so skal ein PCR-kanning til, áðrenn ein smittutilburður kann verða staðfestur.

– Hetta er eisini ávíst av donsku heilsumyndugleikunum, at ein positiv skundkanning skal verða váttað við eini positivari PCR-kanning, ið skal verða tikin sama dag ella dagin eftir, vísti Lars Fodgaard Møller tá á.

Skundkanningar fangaðu bert helvtina

Ein kanning hjá Statens Serum Institut í Danmark – sum varð gjørd í tíðarskeiðnum frá 1. februar til 23. mars í ár, har 117.670 fólk fingu bæði eina PCR-kanning og eina skundkanning – vísti, at skundkanningarnar bert fangaðu helvtina av teimum, sum vóru koronusmittað.

Sambært PCR-kanningini, so vóru 4.069 av teimum 117.670 fólkunum positiv fyri koronu, meðan skundkanningin bert fangaði 2.159 fólk. Tað vil siga, at 1.910 fólk fingu eitt negativt kanningarúrslit, hóast koronavirus var at finna í svølgrúminum.

– Okkara kanningar vístu, at skundkanningar eru rættiliga óneyvar, tá tað kemur til stykkis. Vit sóu, at 47 prosent av øllum teimum, ið veruliga vóru smittaði við koronu, fingu eitt negativt kanningarsvar við eini skundkanning, skrivar Statens Serum Institut millum annað í niðurstøðuni av kanningini.

Heilsumálaráðið: Skundkanning ikki eldri enn 24 tímar

Heilsumálaráðið leggur dent á, at ein skundkanning ikki eigur at verða eldri enn 24 tímar, og mælt verður til at brúka CE-merkta kanningarútgerð. CE-merkið er skjalprógv fyri, at útgerðin lýkur ES-reglurnar fyri medisinska útgerð. Heilsølur og innflytarar av skundkanningum kunnu venda sær til landsapotekaran at fáa ráðgeving í hesum sambandi.

Skundkanningarnar eru ikki ætlaðar at koma í staðin fyri koronupassið, men afturat tí, og reglurnar fyri koronupassið eru óbroyttar, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari.

Talvan niðanfyri vísir í høvuðsheitum, nær tørvur er á PCR-kanning, og nær ein skundkanning er nøktandi.