Heini og Vivino vunnið sak móti svensku rúsuni

Einka- og marknaðarrætturin í Svøríki hevur givið Heina Zachariassen og Vivino viðhald í sak við svensku rúsuna um rættin til at sleppa at selja vín á netinum. “Tað er av sentralum týdningi fyri hesa avgerð, at Vivino rekur sítt virksemi úr einum øðrum landi í EBS (Evropiska Búskaparliga Samstarvinum)”, skrivar rætturin

Sigurjón Einarsson
7. mai 2021 kl. 13:00

Vivino-vínappin verður fyrst og fremst brúkt til at taka myndir av vín-merkiseðlum, sum so verður goymt, so brúkarin kann minnast til og døma um, hvat hann ella hon hevur drukkið.

Í hesum døgum síggjast fleiri virki selja sínar vørur á netinum, og tað hevur brúkarar í Svøríki eisini møguleikan til við Vivino, har brúkarin, við nøkrum fáum klikkum, kann bíleggja vørur – ella í hesum føri – vín, sum tey júst hava drukkið ella goymt á appini, beinleiðis gjøgnum appina og fáa tað borið heim til sín.

Hetta helt svenska rúsan – Systembolaget – ikki vera í lagið, og avgjørdi tí at reisa sak móti Vivino. Men einka- og marknaðarrætturin sigur nú, at Systembolaget hevur skeivt í sínari tulking av lógini. Rætturin sigur, at: “Tann sonevnda undantøkan fyri privatum innflutngini varð settur í verk í 2008, eftir at táverandi ES-dómstólurin sló fast, at svenska rúsdrekkalóggávan var í stríð við EF – nú ES – lóggávu, sigur Linda Kullberg í einari viðmerking til svenska miðilin, Dagens industri.

Hon sigur víðari: “Tað er fleiri ferðir verið strikað undir, at tað er ógreitt, hvussu rætturin hjá fólki, til sjálvi at innflyta vørur, hongur saman við tí vaksandi handilsvirksemi á netinum við rúsdrekka. Rætturin hevur nú havt orsøk til at gjølla umhugsa spurningin um, hvørt ein tílíkur nethandil, sum Vivino fæst við, er loyvdur, hevur rætturin gjørt sín úrskurð í málinum, at tað er tilfelli her.”

So seint sum oktober í fjør kom rætturin til somu niðurstøðu í rættarmálinum millum Systembolaget og Winefinder í einum líknandi máli.

Sambært úrskurðinum í málinum, so skal Systembolaget gjalda fyri sakarmálskostnaðin, sum er mettur til at vera umleið 2,2 milliónir krónur.

Dómurin kann kærast til svenska einka- og marknaðarrættin.