Helen fer til Íslands

Helen Lorraine Nkwocha, sum gjørdi sáttmála sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB í byrjanini av árinunum, fer nú til Íslands at vera venjari

Sigurjón Einarsson
25. november 2021 kl. 09:45

45-ára gamla Helen Lorraine Nkwocha fer til Íslands at vera venjari hjá eykaliðnum hjá Drótti (Þróttur, red.) umframt at venja nøkur ungdómslið hjá íslendska felagnum. Hon byrjar sum venjari har nú í november.

Tað kunnger íslendska felagið

TB skrivar á sínum Facebook-vanga, at felagið vildi gjarna hava hana til at halda fram, men nú er greitt, at Helen fer til Íslands at arbeiða sum venjari.

Helen hevur drúgvar royndir sum ungdómsvenjari og hevur tikið nógvar fótbóltsvenjaraútbúgvingar. Hóast hon er fødd í London, og hevur spælt fótbólt við eitt nú Crystal Palace og Fulham, so hevur hon verið víða um í hennara venjarayrki, har hon millum annað hevur verið venjari í USA og Kina.

Helen Lorraine Nkwocha hevur skrivað sáttmála við Þróttur, har hon skal venja eykaliðið hjá kvinnunum, sum spælir í triðbestu deildini í íslendsku kvinnudeildini, men felagið ætlar at satsa meira upp á kvinnufótbólt, skrivar felagið, og her skal Helen hjálpa til at gera mun. Hon skal eisini venja tvey onnur ungdómslið.

Rætting: Vit skrivaðu fyrr í dag, at Helen hevði gjørt ein tvey-ára sáttmála við TB, men talan var bert um hetta kappingarárið.