Helgi Abrahamsen tekur sæti á Fólkatingi

Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi frá fólkatingsarbeiðnum í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen kemur tí í hansara stað frá 6. desember 2021

Tíðindaskriv
6. desember 2021 kl. 15:30

Mánadagin 6. desember verður fyribils útskifting í fólkatingsmanningini hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, tekur tí við sessinum á Fólkatingi.

Hóast Helgi sostatt hevur drúgvar politiskar royndir, skal hann nú á fyrsta sinni royna seg sum limur í Fólkatinginum.

- Nú havi eg roynt eitt sindur av hvørjum sum politikari, men hetta er fyrstu ferð, at eg sleppi at royna meg á Fólkatingi. Eg eri spentur upp á avbjóðingina, og tað er eingin ivi um, at tað verða nakrir áhugaverdir dagar. Eg fari í øllum førum at royna at fáa sum mest burturúr, meðan eg eri her, sigur Helgi Abrahamsen.

Fyribils fólkatingslimurin skal til arbeiðis beinavegin. Longu týsdagin skal hann í eldin, tá spurnartími verður við forsætisráðharra Mette Frederiksen. Harafturat eru nevndarfundir og aðrir fundir á skrá hesa vikuna.

Áðrenn Helgi Abrahamsen sleppur at taka pláss í Fólkatingssalinum, skal hann formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í salinum. Hetta er tó at rokna sum ein formalitetur, av tí at tað ikki er óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi.

Helgi Abrahamsen er útbúgvin journalistur og byrjaði sína politisku yrkisleið sum floksskrivari hjá Sambandsflokkinum í 1999. Har starvaðist hann til í 2008, tá hann varð valdur í Løgtingið á fyrsta sinni. Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður við vinnu- og umhvørvismálum í tíðarskeiðnum 2019-2021.