Helgi Dam Ziska hevur ikki lagt kongin

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum hevur vunnið FM-heitið seinastu trý árini, verjir ikki heitið í ár. - Tíðin røkkur ikki til tað hesi vikuskiftini, og tað er ikki líka spennandi, tá so nógvir av teimum fremstu ikki eru við. Men eg eri ikki givin, sigur Helgi

Sigurjón Einarsson
23. oktober 2020 kl. 18:48

Løkshøll í Runavík er tvey tey komandi vikuskiftini karmur um føroyameistarheitið í talv, men sermerkt er tað, at føroyameistarin, Helgi Dam Ziska, ikki er við. Hann kundi annars blivið tann fyrsti í sløk 70 ár, sum vann FM-heitið í talvi fýra ár á rað, men so verður ikki. Helgi heldur, at tað ikki er líka spennandi at luttaka, tá so fáir luttakarar eru við, og so passar tað illa saman við tíðini.

- Landsliðsbólkurin er rættiliga illa mannaður í ár, og at avgreiða FM yvir hesi bæði vikuskiftini passar mær nokkso illa - tí eri eg ikki við, sigur skjótt fyrrverandi føroyameistarin við Dimmalætting.

Hóast Helgi ikki verður við til at verja sítt FM-heitið, so venur hann nógv heima við hús hvønn dag, har hann heldur formin við líka.

- Eg gleði meg at luttaka í altjóða kappingum, tá ið tær koma á banan aftur - vónandi í komandi ári. So eg brúki framvegis nógva tíð upp á telvingina og eri alt annað enn givin, sigur ein avgjørdur Helgi.

Hann heldur, at luttøkan hevur verið nakað misjøvn seinastu árini, men kanska ongantíð so løk sum í ár. Tað er ein gongd, sum Talvsambandið má royna at venda, heldur hann.

- Ein roynd kundi verið at stytt umhugsunartíðina, soleiðis at telvað varð tvey-trý talv um dagin, heldur enn bara tað eina. Tá kundi føroyameistaraheitið verið avgreitt uppá tríggjar-fýra dagar, sum kundi fingið fleiri telvarar, sum ikki vilja seta sjey-átta dagar av til føroyameistaraheitið, at tikið lut, sigur Helgi.

Fyrra umfarið byrjar í kvøld

Hóast Helgi ikki verður við at verja sítt FM-heiti, so verður farið til brots í Løkshøllini í Runavík í kvøld.

Tvær ferðir hevur korona lagt meinbogar í vegin fyri FM-kappingini fyri einstaklingar í ár, men nú verður roynt á triðja sinni. Vanliga verður telvað á páskum, men tað var av ongum, tí á grækarismessu herjaði korona á okkum. FM-kappingin var ásett av nýggjum til at byrja tíðliga í august, men tá breyt farsóttin út aftur.

Skal árið 2020, sum er 50 ára stovningarár Talvsambandsins, ikki detta burturímillum í røðini yvir FM-vinnarar í einstaklingstelving, so má leggjast til brots nú. FM-stevnan verður nú hildin yvir tvey vikuskifti, og byrjað verður nú fríggjakvøldið 23. oktober, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.

Viðvíkjandi FM-stríðnum, so væntar Helgi Dam Ziska, at Høgni Egilstoft Nielsen er stórfavorittur. Hans Kristian Simonsen og 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol kunnu tó fara at arga, heldur hann.

Til ber at fylgja við FM-kappingini her.