Helgi Winther Olsen vann fimm FM-heiti í súkkling innan eina viku

Kappingin um FM heitið í vegasúkkling var í vikuskiftinum, tá ið drúgvi teinurin á Sandoynni var á skrá. Hjá monnum gjørdi Helgi Winther Olsen bart, og vann allar kappingarnar sannførandi. Við hesum helt hann sigursrøðina frá í fjør, tá ið hann vann hesar fimm umframt FM í langteini, sum í ár verður í septembur

Tíðindaskriv
21. juni 2022 kl. 19:17

Kappingin um FM heitið í vegasúkkling var í vikuskiftinum, tá ið drúgvi teinurin á Sandoynni var á skrá. Sostatt vóru hesa vikuna tríggjar FM kappingar hildnar yvir fimm dagar. Summir av vegasúkklarunum luttóku eisini í tvinnu FM kappingunum í fjallasúkkling fyrra vikuskiftið, og kappaðust sostatt í fimm drúgvum kappingum í eina viku. Hjá monnum gjørdi Helgi Winther Olsen bart, og vann allar kappingarnar sannførandi. Við hesum helt hann sigursrøðina frá í fjør, tá ið hann vann hesar fimm umframt FM í langteini, sum í ár verður í septembur.

Millum stormarnar

Vegna illveður var neyðugt flyta tiltakið frá leygardegi til sunnudag, men sunnudagin var sanniliga dýrdarveður. So mikið, at væta gjørdist ein avbjóðing á 103 km langa teininum. Mong halda kanska at Sandoyggin er fløt, men tey tvey umførini, ið vóru súkklað úr Skálavík til Skopunar og síðani til Dals og aftur til Skálavíkar hava við sær útvið 1800 hæddarmetrar til samans. Tað gongur so at siga oman og niðan allatíðina. Hóast tað var vindur, var nógva staðni stilli og brennandi sól við hita heilt upp í 18 stig. Tí at Sandoyggin er so brekkumikil, verður súkklað hart stóran part av tíðini, og fleiri av súkklarunum vóru tí tystir og illa møddir við krampum, tá teir komu á mál.

Skálavíkar Kommuna skipaði aftur í ár eitt ómetaliga gott tiltak, við hjálparum um alla oynna og góðari móttøku í Kelduni í Skálavík. Ógviliga forvitnisligt, vóru luttakaraheiðursmerki til allar súkklarar frá Grótvirkinum við flottum búmerki. Ferðasteypið er eisini frá Grótvirkinum. Sandoy og Skálavík fevna sanniliga um súkklingina.

Øktu støðugt munin

Tvey umfør skuldu súkklast runt Sandoynna. Hilmar og Helgi súkklaðu saman og nýttu fyrimunin av at skugga hvønn annan í mótvindinum. Tað sást aftur í mun til hinar súkklararnar, ið dragnaðu aftur úr. Í endurtiknu smá álopunum duttu súkklarar av ein og ein, og munurin millum teir gjørdist skjótt til minuttir. Soleiðis tryggjaðu teir báðir fremstu sær í størst møguligan fyrimun, við fyrst at tínað feltið og síðani samstarvast um at økja munin. Besta loysn hjá teimum, ið eltu, hevði verið at samstarvast, men so gjørdist ikki. Komnir til Skálavíkar á fyrsta umfarið høvdu Hilmar økt munin til 4.35 minuttir til Jákup Petur á triðja plássi og 7.05 minuttir til Gunnar Dahl-Olsen á fjórða plássi.

Helgi fór undan síðstu ferð úr Dali

Hilmar Hansen og Helgi Winther Olsen fylgdust allan vegin til Dals aftur, har Helgi í mótbrekkuni í bakandi sólini og undanvindi aftur økti ferðina. Hilmar noyddist at sleppa og hvør í sær súkklaðu teir nú einsamallir móti Húsavík og á mál í Skálavík. Tá ið avtornaði, hevði Helgi økt munin til Hilmar við 2.16 minuttum og endurvann trygt FM heitið í vegasúkkling. Hilmar helt eisini frástøðuna og vann sannførandi annaðplássið 12.35 minuttir frammanfyri Jákup Petur á triðjaplássi.

1. Helgi Winther Olsen 3.15.53 tímar

2. Hilmar Hansen 3.18.10 tímar

3. Jákup Petur Eliassen 3.30.44 tímar

Anida Johannesen gjørdist Føroyameistari hjá kvinnum

Hjá kvinnum vóru tveir luttakarar, Anida Johannesen og Adél Gyepes. Tær súkklaðu ein styttri tein úr Skálavík til Skopunar og til Húsavíkar at venda og til Skálavíkar aftur. Síðani fóru tær eitt eykaumfar úr Skálavík til Sands og aftur til Skálavíkar. Samlaður teinur var 61 km og 1100 hæddarmetrar. Tær báðar fylgdust megin partin av teininum, og í brekkuni í Líðini av Sandi átti Anida Johannesen munin og vann undan Adél. Tá avtornaði, vann Anida FM heitið 2.56 minuttir framman fyri Adél. Eitt flott avrik hjá 61 ára ungu Anidu.

1. Anida Johannesen 2.50.18 tímar

2. Adél Gyepes 2.53.15 tímar