Henrik Lind gjørdi eina góða íløgu

Tað varð gjørt eitt sindur burturúr, tá danski íleggjarin keypti seg inn í Bank Nordik í 2013, tí hann keypti ein lutfalsliga stóran part – 10 prosen. Nú bankin riggar av í Danmark eigur hann 12 prosent av partabrøvunum, men spurningurin er, hvussu leingi hann eigur tey afturat

Sveinur Tróndarson
9. januar 2021 kl. 18:00

Nøkur hava eyga fyri einum góðum handli.

Tað má man siga, at danski íleggjarin í Bank Nordik, Henrik Lind, sum eigur og rekur Lind Invest, hevur havt, tá hann fór inn í føroyska bankan fyri sjey árum síðan.

Hann keypti sín lut fyri umleið 80 milliónir krónur, sum í fyrsta umfari kann virka sum ein stór upphædd, men sum kortini var ein góður handil, tí kursurin á partabrævinum hjá Bank Nordik var lágur tá.

Hyggja vit eftir, hvussu nógv hann hevur fingið burturúr at vera partaeigari síðan hann byrjaði, so er tann upphæddin heldur ikki so lítil, og hon stendur til at økjast munandi í næstum.

Samanlagt hevur Bank Nordik í hesum tíðarskeiðinum, sum Henrik Lind hevur verið partaeigari í bankanum, goldið út 465 milliónir krónur í vinningsbýti, og siga vit, at hann eigur 10 prosent, so hevur hann fingið 46,5 milliónir krónur í sín part.

Hetta er tó bara ein partur av søguni. Tí um tað verður, sum vit ganga út frá, so fer bankin nokk at rinda eitt munandi vinningsbýti út í samband við roknskapin 2020, tí bankin hevur selt danska virksemið frá, og nú er komin at standa við 900 milliónum krónum í yvirskotskapitali.

Siga vit, at bankin rindar eina hálva milliard út í vinningsbýti, so fær Lind Invest 60 milliónir krónur í sín part. Stutt sagt fær hann 12 milliónir krónur hvørja ferð bankin rindar 100 milliónir krónur.

Verður tað støðan, so hevur hann samanlagt fingið umleið 100 milliónir í vinningsbýti av einari íløgu uppá minni enn 100 milliónir krónur.

Tað er ikki illa.

Men søgan endar ikki her.

Kursurin á partabrævinum hjá bankanum er nú næstan tvífalt tað hann var, tá Lind Invest keypti í 2013. Tað vil siga, at um hann selur nú, so fær hann eisini ein rímiliga góðan vinning uppá tað. Og so er spurningurin, sum hann ikki hevur fingið akkurát tað, sum hann kom eftir.