Ongi úrslit

Henrik Old rópar hurrá fyri Tórshavnar býráð

– Annika Olsen heldur, at hetta er ein syrgilig støða

Áki Bertholdsen
17. desember 2024 kl. 15:13

Tað var eitt bragd av Tórshavnar býráð tá ið tað nú ein dagin samtykti, at Tjóðleikhúsið ikki skal vera á Eystarubryggju, soleiðis sum ætlanin annars hevur verið.

Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin.

Tjóðleikhúsið fer at taka einar 8.000 fermetrar av Eystarubryggju, tá ið øki uttan um, og parkeringspláss, eru við.

Og Henrik Old vísir á, at stjórin fyri Tórshavnar Havn hevur mælt frá at byggja tað har, tí tað er ikki pláss fyri tí.

Verður tjóðleikhúsið bygt har, fer tað at fáa avleiðingar fyri virksemi hjá Tórshavnar Havn og tað fer at føra til inntøkumiss og tað fer at kosta arbeiðspláss, hevur stjórin ført fram.

Somuleiðis hevur stjórin á Strandferðsluni víst á, at verður Tjóðleikhúsið bygt har bilar, treylarar og bingjur í sambandi við Smyril, standa, verður tað ómøguligt at sigla eftir eini ferðaætlan sum líkist henni, vit hava nú.

Tí avleiðingin verður, at so skulu bilar, treylarar og bingjur í sambandi við Smyril nevniliga heilt út á Skansabryggjuna at standa, og so má tað verða nógv longri ímillum túrarnar, tí tað er so langt at koyra.

Tí eru bæði Henrik Old, og Bjarni Hammer, tingmenn fyri Javnaðarflokkin, og Steffan Klein Poulsen, serliga fegnir um, at Tórshavnar býráð nú vil hava Tjóðleikhúsið onkra aðrastaðni.  

Henrik Old sigur, at hann er serliga fegin um avgerðina hjá Tórshavnar býráð, serliga nú nývalda býráðið hevur gjørt greitt, at Tórshavnar Havn verður ikki bygd meiri út undir Skansanum.

 – Eg skilji ikki, at summi halda fast um, at tjóðleikhúsið skal vera á Eystarubryggju, tí av og á er longu ruðuleiki har sum er - og serliga tá ið tey, sum hava skil fyri tí, siga, at tað ber ikki til.

Hann sigur, at farstøðin á Eystarubryggju er eitt knútapunkt fyri fleiri hundraðtúsund ferðafólk árið.

– Verður tjóðleikhúsið har, verður tað størsta afturstig í 100 ár fyri suðuroyarsiglingina. So Henrik Old sigur, at hann rópar hurrá fyri Tórshavnar Býráð.

Steffan Klein Poulsen er samdur í, at tað er ikki pláss fyri tí á Eystarubryggju og Bjarni Hammer sigur, at har eigur einki at verða gjørt fyrr enn Suðuroyartunnilin er tikin í brúk.

Hinvegin heldur ein annar tinglimur í samgonguni, Annika Olsen úr Tjóðveldi, at hetta er ein syrgilig støða, tjóðleikhúsið er komið í. Nú hevur tað verið ein politisk kastibløka í eini 10 ár - og nú verður tað ein politisk kastibløka í eini 10 ár afturat.

Hon heldur, at politiska handfaringin hevur verið út av lagi vánalig.

Tað er Henrik Old samdur í, tí hann heldur, at handfaringin hjá Tórshavnar Býráð hevur verið út av lagi vánalig, at tey ikki hava funnið nakað annað pláss, enn høvuðskeiina í høvuðstaðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

18 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

3 tímar síðan

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01