

Rotta er skaðadjór burturav, sum elvir til stórar skaðar á bygningar, matvørugoymslur og fóðurgoymslur. Og ikki minst er rotta til stóran skaða fyri fuglalívið í bjørgunum og í haganum.
Har rottan er hevur fingið fótin fyri seg, eru lundin og skrápurin minkað niður í nærum einki. Og samstundis er rottan hervilig at spjaða smittandi sjúkur av ymsum slagi.
Nú er ætlanin so at herða bardagan ímóti rottu og í tí sambandi verða strangari reglur nú settar í gildi í eini roynd at basa trupulleikanum.
Tað fer at seta stór krøv til kommunurnar, og ein broyting verður, at í seinasta lagi 1. januar skulu allar kommunur hava løggilt aktingarfólk í starvi.
Smærri kommunur kunnu gera avtalu við eina grannakommunu, sum hevur løggilt aktingarfólk. Tey kunnu eisini gera avtalu við ein privatan rottutýnara um at týna rottu í kommununi - men eisini privatir rottutýnarar skulu vera løggildir.
Tað merkir, at eftir nýggjár er verða tað bara løggildir rottutýnarar sum skulu standa fyri at týna rottu við fellum ella eitri.
Samstundis verður tað Umhvørvisstovan sum fær einkarrætt upp á at innflyta rottueitur - og rottueitur verður bara útflyggjað kommunum, sum hava løggildan rottutýnara, ella sum hava avtalu við ein privatan løggildan rottutýnara - ella sum hava avtalu við eina aðra kommunu við løggildan rottutýnara.
Hinvegin skal Umhvørvisstovan skipar fyri skeiðum um at fyribyrgja og týna rottu, og tað er Umhvørvisstovan, sum løggildar rottutýnarar, sum hava staðið royndina.
Í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir eina fráboðan um rottu, skal kommunan kanna viðurskiftini og seta týning í verk. Kommunan kann geva eigara, ella leigara, boð um at seta ávís tiltøk í verk fyri at fyribyrgja rottu.
Tá ið ein kommuna fær eina fráboðan um rottu, skal rottutýnarin sýna allar bygningar á ognini, og gera eina frágreiðing um, hvussu rottutryggir teir eru.
Í seinasta lagi 1. januar skulu allar kommunur eisini hava eina virkisætlan um at fyribyrgja og týna rottu.
– Ætlanin skal almannakunngerast og hon skal endurskoðast minst fimta hvørt ár, sigur landsstýrið.
– Í seinasta lagi 1. januar skulu kommunurnar eisini skráseta allar fráboðanir um rottu og hvørdi stig eru tikin í tí sambandi.
Kommunurnar skulu eisini skráseta hvussu tey hava gjørt eftirlit, hvørji tiltøk eru sett í verk og hvussu tey hava lagt eitur.
Og alt hetta skal skrásetast í eini talgildari skipan sum Umhvørvisstovan hevur atgongd til.