

Nú skal lógin um kynslig brotsverk, serliga ímóti børnum, herðast. Tað ætlar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Hann hevur nú gjørt eitt uppskot um hetta og tað er sent stovnum, felagsskapum, og øðrum til viðmerkingar. Eftir ætlan verður tað lagt fyri Løgtingið í heyst, so at tær koma í gildi tann 1. januar
Hann heldur ikki, at lógin um kynslig brotsverk hevur fylgt við tíðini, serliga nú internetið í stóran mun verður brúkt í hesum sambandi.
Tí er ætlanin at seta eina nýggja grein í lógina um lokking, tað, sum á enskum verður kallað grooming. Samstundis skal lógin um kynslig brotsverk eisini fevna um kynsliga avnoyðslu, ella sextortion, sum tað verður kallað á fakmáli.
Í hesum sambandi skal tað nú standa í lógini, at tað er eitt kynsligt brotsverk, tá ið onkur brúkar snildir, ella misbrúkar sína yvirvág í aldri og royndum, til at byggja upp eitt samband til ein børn og ung undir 18 ár við teirri ætlan at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.
Lógin verður herd í kjalarvørrinum á, at eitt umfatandi mál um kynsligan ágang móti børnum og ungum er komið fram í Føroyum.
Talan er um ágang ínóti børnum á netinum, har gerningsmenninir hava roynt at lokka barnið, ella tann unga, at hittast við tí ætlan at fremja kynsligt brotsverk móti barninum ella tí unga.
– Talgilda menningin hevur haft við sær, at talgildur ágangur, eitt nú at senda kynsligar myndir ímillum sín, og talgildar hóttanir, er sera nógv øktur seinastu árini, sigur landsstýrismaðurin.
Kynslig avnoyðsla á netinum gerst eisini meira vanlig. Seinastu árini hava verið fleiri søgur, serliga um ung, sum verða hótt til at fremja kynsligar gerðir við sær sjálvum.
Mett verður, at tað er neyðugt at fáa reglur viðvíkjandi hesum í føroysku revsilógina sum skjótast, sigur hann.
Kynslig avnoyðsla, har fólk verða hótt til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvi, minnir nógv um neyðtøku og kynsligan ángang.
Men kortini kann ein, sum noyðir ein annan til at gera kynsligar gerðir á seg sjálvan, ikki revsast, soleiðis sum lógin er nú.
Orsøkin er, at tað skal vera kropsligt samband ímillum tveir persónar, men tað verður nú broytt, so at ágangurin á netinum eisini er ólógligur.