Heri Joensen: Fíggjarligi parturin frá YouTube hevur lítið og einki at siga

Hóast Youtube og Polaris (Koda) hava gjørt nýggjan sáttmála, so kastar tað ikki nógv av sær fíggjarliga. Tað sigur Heri Joensen, oddamaður í Týr, ið eisini heldur, at Google (ið eigur YouTube, red.) hevur ov nógv vald

Sigurjón Einarsson
2. oktober 2020 kl. 10:22

Tað er ikki óvanligt, at tónleikanøvn byrja sína yrkisleið á einum palli sum YouTube, men tað haltar við at forvinna tað stóra av peningi harfrá, hóast tú kanst fáa nógvar sýningar har.

Í gjár frættist, at Polaris, har Koda er partur av, hevði gjørt nýggja sáttmála við Google, ið eigur YouTube, so føroyskur tónleikur aftur kann síggjast og hoyrast á YouTube, men tað er ikki nakað, ið fær oddamannin í Týr, Hera Joensen, upp úr stólinum av berari frøði.

- Tað er sjálvandi gott, at nýggjur sáttmáli er gjørdur, men YouTube er ein rættiliga lítil partur av okkara marknaði, so fíggjarliga hevur tað ikki so nógv at siga fyri okkum, sigur Heri Joensen.

Hyggja vit eftir tølunum, hvat tónleikarar í Føroyum forvinna sær gjøgnum tær ymisku stroymingartænasturnar gjøgnum Koda, so var samlaða útgjaldið til rættindahavarar, búsitandi í Føroyum, fyri brúk av teirra tónleiki í inn- og útlandi, áleið tríggjar milliónir krónur

Eingin tøl eru fyri, hvussu nógv YouTube (Google) hevur útgoldið, men tað er ikki nógv, sambært Hera Joensen.

- Vit føroysku tónasmiðir fáa tað sama sum allir tónasmiðir, ið eru umboðaði av Koda. Parturin frá YouTube var frammanundan rættiliga ússaligur, og hevur lítið og einki at siga, slær Heri enn einaferð fast.

Taka vit tølini fyri, hvat tónleikarar í Danmark hava fingið frá Youtube, í mun til hinar stroymingartænasturnar, so er munurin stórur.

Danska vinnufelagið fyri tónleikarar, IFPI, almennakunngjørdi í 2017 tøl fyri, hvussu nógv tær ymisku stroymingartænasturnar rindaðu til tónleikararnar. 

Tænastur sum Spotify, YouSee Musik og Apple Music rindaðu tónasmiðum 444 milliónir krónur – svarandi til 95% av tí samlaða marknaðinum, meðan avspælingar á YouTube, ið er tann mest brúkta stroymingartænastan, einans kom við einum íkasti áljóðandi 17 milliónir krónur til tónasmiðir – svarandi til 3,6% av samlaðu inntøkunum frá stroyming.

Google ov nógv vald

Tá ið eigarin av YouTube, Google, ikki møtir størri mótstøðu fyri teirra handilshátt enn hann ger, kann tað vera tí, at hesin pallur er so mikið væl umtóktur millum manna, at tónasmiðir, í ein ávísan mun, eru bundnir av honum, tá tað kemur til at fáa sín tónleik hoyrdan og sjónligan.

Og tað er júst hesin handilshátturin hjá Google, sum hevur verið í buktini millum YouTube og móðurfelagið hjá Koda, Polaris, har Polaris hevur hildið uppá, at peningaligi parturin til tónleikarar eigur at verða meira rímiligur.

Hvussu nýggi sáttmálin millum partarnar fer at virka fyri tónasmiðir, veldst at síggja. Heri Joensen er ivingarsamur.

- Sum eg skilji, so er ikki lætt at samanbera avtalurnar, tí tær eru so ólíkar.

- Tað sum eg haldi gongur greiðast fram av ósemjuni, sum var, er, at Google hevur alt ov nógv vald, og teir kunnu mestsum einsamallir avgerða treytirnar, sigur Heri Joensen at enda.