Herjólfur byrjar farmasigling týsdagin

Týsdagin 22. november byrjar Herjólfur III at sigla farmasigling millum Krambatanga og Havnina

(Mynd: Marine Traffic)
Sigurjón Einarsson
19. november 2022 kl. 10:55

Týsdagin 22. november byrjar Herjólfur III at sigla farmasigling millum Krambatanga og Havnina.

Avgreiðsla av farmi fer fram á sama hátt sum við Smyrli, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

- Farmakundar, ið frammanundan nýta farmabíleggingarskipanin, kunnu frá mánadegi 21. november eisini nýta hesa til bíleggingar við Herjólfi, skrivar ssl.fo

Fyri einum góðum mánað síðani fór skipið aftur til Vestamannaoyggjar í Íslandi at vera avloysaraskip har fyri eina ferju, sum skuldi til eftirlit.

Upprunaliga skuldi Herjólfur koma aftur til Føroya fyri tveimum vikum síðan, men dokkingin av skipinum, sum Herjólfur III avloysti í Íslandi gekk ikki sum ætlað, so tað tók eitt sindur longri, at fáa tað skipið av beding aftur.

Men nú er Herjólfur aftur í Føroyum og byrjar sína farmasigling týsdagin.