Hesi feløgini sleppa at fiska norðhavssild

Umsóknirnar hjá fimm feløgunum um part av tøku norðhavssildakvotuni, eru gingnar á møti. Hesum boðar Fiskimálaráðið frá í dag í kunnandi skrivi um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2022

Kristian Waag Dam
20. september 2022 kl. 11:40

Umsóknirnar hjá fimm feløgunum um part av tøku norðhavssildakvotuni, eru gingnar á møti. Hesum boðar Fiskimálaráðið frá í dag í kunnandi skrivi um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2022.

Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var tann 22. august í summar. Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.600 tons. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2022 eru 3.500 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Hesi feløgini fingu játtandi svar til vinnuligar fiskiroyndir:

Feløgini, ið hava fingið játtan

- Jupiter (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons

- Kósin - 1.100 tons

- TG Seafood - 950 tons

- Varðin Pelagic - 450 tons

- Jókin (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons

Sambært Fiskimálaráðnum vóru umsóknirnar viðgjørdar innanhýsis og í samráð við Havstovuna. Í viðgerðini av umsóknunum var serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

- Av teimum fimm umsóknunum um part av tøku norðhavssildakvotuni, ið eru gingnar á møti, verður avreitt til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir, skrivar Fiskimálaráði um tær umsóknirnar, sum vóru gingnar á møti.

Tær tríggjar umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Frágreiðingarnar um royndirnar skulu í seinasta lagi vera Fiskimálaráðnum í hendi tann 31. Januar í komandi ár.