Ongi úrslit

Hesir eiga vakrastu seyðir í landinum

Steyp vórðu latin heilt úr Sumba til Viðareiðis - og her eru myndirnar av teimum

Áki Bertholdsen
19. november 2023 kl. 10:15

Fríggjakvøldið var lands-seyðasýning á Búnaðarstovuni í Kollafjørði. Frammanundan hava lokalar seyðasýningar verið kring landið har teir vakrastu seyðirnir vórðu funnir.

Har hava góðkendir sýnarar dømt brundseyð og seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina.

Og hon var á Búnaðarstovuni fríggjakvøldið við tí endamáli at finna teir vakrastu seyðirnar av øllum.

Búnaðarstovan sigur, at hetta er eitt lið í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt.

Á landsseyðasýningina vórðu tað sýnarar, sum Búnaðarstovan hevur valt, sum sýna allan seyðin, sum er meldaður til, umaftur.

Tað er ikki so, at allir seyðirnir verða førdir á Búnaðarstovunia at verða kannaðir. Tvørtur ímóti eru sýnsmenninir, sum ferðast kring landið at sýna teir tilmeldaðu seyðirnar, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av teimum.  

At enda verður so gjørt av, hvørjir seyðir eru nummar. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum, nevniliga veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

 Úrslitini vóru hesi:

Veðragjólingar:

1. Virðisløn: Poul Arni Jacobsen, Syðrugøta (Fyri verðagjólingin á myndin)

2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður 

3. Virðisløn: Ísak Petersen, Viðareiði 

 

Veturgamlir veðrar:

1. Virðisløn: Thorvald Lútzen, Syðradalur (Fyri veðrin á myndin)

2. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík 

3. Virðisløn: Esmar Sørensen, Viðareiði

 Eldri veðrar:

1. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba (Fyri veðrin á myndin)

2. Virðisløn: Sigtór Lútzen, Syðradalur

3. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík

Myndirnar eru frá Búnaðarstovuni

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14