Hesir flokkar eru fyri at fáa dýra biðidag til fólkaatkvøðu

Eftir grein 42 í grundlógini skulu 60 undirskriftir í fólkatinginum til fyri at seta lógaruppskot til fólkaatkvøðu

Ragnar Sjúrðarson
18. januar 2023 kl. 17:25

Nýggju Borgarligu, Eindarlistin og Danski Fólkaflokurin eru á einum máli um, at avgerðin um framtíðina hjá dýra biðidegi skal takast av danska fólkinum.

Hesir flokkar telja tó bert 19 fólkatingslimir og sostatt skulu 41 undirskriftir leggjast afturat um fólkaatkvøða skal verða veruleiki.

Liberal Alliance og teirra 14 fólkatingslimir siga inntil víðari nei til at skriva undir.

Tey Radikalu og teirra sjey fólkatingslimir siga fyribils nei og formaðurin, Martin Lidergaard, kallar fólkaatkvøðu fyri eitt “sera, sera stórt” amboð at brúka.

Teir 15 fólkatingslimirnir hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum við Piu Olsen Dyhr á odda eru krittisk og forkvinnan heldur at man “skal vera varin við fólkaatkvøðum”. Olsen Dyhr sigur tó, at hon ikki fer at verða tann, ið forðar eini fólkaatkvøðu um ein stórur meiriluti av fólkinum ynskir tað.

Konservativi Fólkaflokkurin hevur 10 fólkatingslimir og formaðurin, Søren Pape Poulsen, sigur at flokkurin ikki hevur tikið avgerð um tey skriva undir.

Hjá Danmarksdemokratunum við 14 fólkatingslimum ljóðar tað frá Inger Støjberg, at hon ikki vil lata hurðina aftur fyri uppskotinum, og at tað kemur ann uppá hvat stjórnin fer at gera komandi tíðina.

Í skrivandi stund sær tað altso út til, at andstøðuflokkarnir ikki megna at savna 60 undirskriftir.