Hetland liggur í samskiftisloysi

Í farnu viku slitnaði SHEFA kaðalin, og í dag er kaðalin millum Hetland og Skotland eisini slitnaður. Hvørki telefonir ella internet virka í løtuni

Tilvildarlig mynd: Shutterstock
Steinar Patursson
20. oktober 2022 kl. 14:36

Hetland liggur í løtuni í samskiftisloysi, eftir at kaðalin til restina av Bretlandi varð kvettur av í dag.

Sambært BBC er hvørki telefon- ella internetsamband í Hetlandi í løtuni, og løgreglan er á gøtunum fyri at veita borgarunum trygd og kunning.

Tveir kaðalar fara úr Hetlandi til útheimin; annar til Banff í Skotlandi, sum júst er slitin, og hin er Shefa kaðalin millum Hetland og Føroyar, sum slitnaði í farnu viku.

Alastair Carmichael, sum er tinglimur fyri Orknoyggjar og Hetland, sigur við BBC, at hann hevur tikið málið upp við stjórnina, men at hann skilir á lagnum, at tað kann taka nakrar dagar at fáa samskiftið upp aftur at koyra.

Slitnað sambandið hevur ávirkað handilslívið, og fleiri handlar hava boðað frá, at tað ber í løtuni ikki til at rinda við gjaldskorti.

Hildið verður, at tað ber framvegis til at ringja til alarmsentralin sum vanligt, men borgararnir hava fingið boð um at halda eyga við umstøðunum hjá teimum gomlu og teimum, ið hava serligan tørv, tí tað kann vera, at alarmar til hjálparstovnar og líknandi ikki virka.

Páll Vesturbú, stjóri í FT NET, hevur sambært BBC greitt frá, at eftir ætlan verður Shefa kaðalin umvældur leygardagin.