Hetta er at sjúkligera barnalívið

Í Barnabata undrast tey á eitt uppskotið sum er lagt fyri Løgtingið um sálarfrøðiliga viðgerð til øll frá 0 til 25 ár

Áki Bertholdsen
26. november 2024 kl. 10:05

Herfyri legði Miðflokkurin eitt uppskot fyri Løgtingið um at tað almenna skal lata børnum og ungum frá 0 til 25 ár, fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga hjálp.

Men hetta er ikki eitt uppskot, tey í Barnabata taka undir við.

Tey í Barnabata práta javnan við børn og ung ið hava tað ringt sálarliga. Talan er um alt sjálvskaðandi atferð, sorg og vantrivnað heima við hús.

Ein afturvendandi trupulleiki hjá børnum og ungum er einsemi og í Barnabata eru vit sannførd um, at tann góði felagsskapurin er nakað sum vit mugu raðfesta, sigur Barnabati í eini viðmerking til uppskotið.

Tey siga, at børn ung greiða teimum frá, at eitt lív uttan sosiala samveru, og uttan kensluna av at hoyra til nakrastaðni, hevur sálarligar avleiðingar fyri tey, har tey fáa tankar um sjálvmorð og um at skaða seg sjálvi.

Tey siga eisini, at børn og ung vilja hava ein vaksnan at práta við um lívsins viðurskifti, og tað er um alt frá kropsligum broytingum, kynslív, hjartasorg, happing, og aðrar vanligar støður, øll ung koma í.

Fáa børn og ung ein vaksnan at práta við, kann tað forða fyri, at hesar støður verða álvarsligar, sigur Barnabati.

Barnabati ásannar, at tað eru nøkur børn ið hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp á ungum aldri, men tey kundu hugsa sær at vita, hví markið skal vera niður í 0 ár. Tey undrast eisini á at hjálpin er avmarkað til angist og tunglyndi.

Tey halda, at við hesum uppskotinum, verður barnalívið sjúkliggjørt og yvirhøvur halda tey, at politiska skipanin átti heldur at lagt størri dent á ráðgeving, har børn og ung fáa onkran vaksnan at tosa við.

Tey halda, at tann dulnevnda ráðgevingin hjá Barnabata er eitt gott tilboð. Men útfrá gransking á økinum, mæla tey heldur til, at ráðgevingin verður við navngivin fólk, har álit verður skapt ímillum tann unga og tann vaksna, fyri ordiliga at kunna lofta barninum  og arbeiða fyribyrgjandi.