Hetta skal til, skulu Manchester City og PSG sleppa víðari í Champions League

Allir dystirnir verða spældir í kvøld kl. 20:00.

Edvin H. Niclasen
29. januar 2025 kl. 15:06

Seinastu dystirnir í deildarspælinum fara fram í kvøld klokkan 20:00. Allir verða spældir samstundis. Reint støddfrøðiliga eru bara tvey lið staðfest at koma á topp 8 sama hvat hendir, og heili 16 lið kundu framvegis komið á topp 8, alt eftir úrslitunum í kvøld.

Millum hesi liðini finna vit tvey av størstu feløgunum í Evropa: Paris Saint Germain og Manchester City. Bæði hittust í síðstu viku, har PSG vann 4-2. Tó eru bæði liðini framvegis í gráa økinum har alt kann henda.

Hvat skal PSG gera fyri at koma víðari?

Paris Saint-Germain liggur á 22. plássi við 10 stigum og +2 málum. Teir skulu enda omanfyri 24. plássið. Ein sigur móti Stuttgart ella enntá ein javnleikur vildi tryggjað eitt pláss omanfyri 24. plássið, hóast teir høvdu havt ráð til ein ósigur, um Manchester City ella Dinamo Zagreb (bæði við 8 stigum) ikki vinna. Um PSG tapir og Man City vinnur móti Club Brugge, og Dinamo Zagreb eisini vinnur móti AC Milan, so kunnu teir vera úti úr kappingini.

Hvat skal Manchester City gera fyri at koma víðari?

Manchester City liggur á 25. plássi við 8 stigum, tað sama sum Dinamo Zagreb, men eitt nógv hægri málmiðaltal (+2 móti -8) hevði havt við sær, at um bæði liðini vinna, so verður Man City liðið, sum liggur hægst á plássinum. Ein sigur móti Club Brugge hevði tryggjað teimum plássið.

Yvirlit yvir dystirnar í 8. og seinasta umfari:

PSV - Liverpool

Bayern München - Slovan Bratislava

Borussia Dortmund - Shakhtar Donetsk

Bayer Leverkusen - Sparta Prag

Girona - Arsenal

Barcelona - Atalanta

Brest - Real Madrid

Man City - Club Brügge

Young Boys - Crvena Zvezda 

Lille - Fetenoord

Juventus - Benfica

Aston Villa - Celtic

Dinamo Zagreb - AC Milan

Inter Milan - Monaco

Sturm Graz - RB Leipzig

RB Salzburg - Atletico Madrid

Sporting CP - Bologna

Stuttgart - PSG