Politikarar skulu ikki blanda seg upp í, hvussu long arbeiðsvikan skal vera, tí tað er ein spurningur, partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um.
Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Samgongan hevur annars sett sær fyri at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar - og tað var eisini fremsta vallyfti hjá Javnaðarflokkinum í valstríðnum upp undir løgtingsvalið í desembur.
Samgongan hevur upplýst, at gongst sum ætlað, verður uppskot lagt fyri Løgtingið um hetta longu nú heyst. Eftir ætlanini skal arbeiðsvikan styttast so líðandi, ár um ár, so at tað fer at taka nøkur ár at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur júst havt aðalfund og tað høvið brúka tey til at heita á samgonguna um at sleppa ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna.
Tey siga, at tað er ikki ein politiskur spurningur at at gera av, hvussu long arbeiðsvikan skal vera, tí tað er ein spurningur, sum hoyrir undir pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at finna eina loysn á undir samráðingum.
Kjakið hevur givið eina fatan av, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er afturúrsigldur aftur ímóti tann danska arbeiðsmarknaðin, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Men tey siga, at hetta er beinleiðis skeivt. Tey siga, at tað ber illa til at sambera arbeiðsvikuna í Føroyum og Danmark, uttan at hyggja eftir hvussu long arbeiðstíðin í roynd og veru er, tá ið matarsteðgir og kaffisteðgir, ikki verða taldir upp í.
Á privata arbeiðsmarknaðinum í Danmark er høvuðsreglan, at arbeiðsvikan er 37 tímar umframt umframt matarsteðgir og kaffisteðgir. Og í Føroyum er arbeiðsvikan 40 tímar íroknað matarsteðgir og kaffisteðgir.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at í Føroyum er tað sum heild soleiðis, at tá ið vit hava 40 tíma arbeiðsviku, er tað íroknað matarsteðgir og kaffisteðgir.
Harafturat er tað so, at tær flestu fyritøkurnar geva starvsfólkum løn fyri ein ella tveir kaffisteðgir um dagin. Teir flestu løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hava sostatt ikki eina effektiva arbeiðstíð upp á 40 tímar, men arbeiðstíðin er longu umleið 37 tímar um vikuna - ella lægri. ‘
Í útflutningsvinnuni er tað vanligt at hava ein løntan matarsteðg um dagin umframt minst ein løntan kaffisteðg.
– Hetta vísir, at skipanin ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum virkar eftir ætlan, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Partarnir hava gjørt tillagingar í samráðingum og í siðvenjum, og hesar tillagingar hóska til tann føroyska arbeiðsmarknaðin, hóast lógin sigur, at arbeiðsvikan er 40 tímar.
– Tí er tað avgerandi, at spurningurin um arbeiðstíð og arbeiðsvikuna í Føroyum verður viðgjørdur væl og virðiliga í trýpartasamráðingum ímillum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.