Hetta verður eitt høvuðsnavn á G-festivalinum næsta summar

Hesi seinastu árini hevur íslendski bólkurin, Kaleo, lagt heimin fyri sínar føtur

Áki Bertholdsen
28. november 2024 kl. 14:28

Tað verður íslendski bólkurin, Kaleo, sum verður eitt av avgjørdu høvuðsnøvnunum á G-festivalinum næsta summar.

Tað kunngera fyrireikararnir í dag. Teir hava verið á G fyrr, tað var í 2014 tá ið teir spældu á spæliplássinum í Syðrugötu.

Tá vóru teir ókendir, men tað broyttist fullkomiliga tvey ár seinni, tá ið teir trinu fram á altjóða tónleikapallin við plátuni A/B. Tey flestu hava ivaleyst hoyrt hittið "Way Down We Go", sum bleiv eitt altjóða fyribrigdi, og í dag eru teir eitt heimskent orkestur.
Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá íslendsku stjörnunum: teir eru stroymdir yvir fýra milliardir ferðir, teir hava verið í uppskoti til Grammyvirðisløn og teir hava spælt á konsert við Rolling Stones og teir hava spælt á á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza. 
Kaleo eru eisini kendir fyri síni stak stórfingu sjónbond, ið teir hava tikið upp í íslendsku náttúruni dagarnar 17.-19. juli í 2025.

Trýst á leinkjuna niðan fyri og lurta eftir einum av teirra kendastu sangum: https://www.youtube.com/watch?v=0-7IHOXkiV8