Ongi úrslit

Hevði 310 milliónir í yvirskoti í fjør

Tað gett væl hjá Føroya Banka í fjøt, men úrslitið í ár verður ikki líka gott

Áki Bertholdsen
26. februar kl. 07:51

Tað gekk væl hjá Føroya Banka í fjør og nú alt er gjørt upp, vísir roknskapurin eitt yvirskot upp á 310 milliónir krónur. Tað sigur bankin í eini fráboðan í morgun

Tey siga, at árið í fjør var merkt av, at støðan í heiminum var ótrygg, umframt at renturnar lækkaðu og príshækkingarnar hæsaðu av.

Fyri Føroya Banka-samtakið var árið eisini merkt av góðum úrslitum, ið stava frá útlánsvøkstri, góðum virðisbrævaavkasti og øktum virksemi á íløguøkinum.

Kundarnir hava av álvara tikið av møguleikanum fyri at fáa góða rentu á samansparingarkontum, og hetta sæst aftur í innlánsvøkstrinum, ið er 15% samanborin við 2023.

Bæði húsarhald og fyritøkur eru sum heild væl fyri, og sunna fíggjarstøðan sæst aftur í okkara roknskapi fyri 2024, har lutfalsliga fá fíggjarlig tap vórðu staðfest, sigur bankin.

Hóast útlitini fyri 2025 eru góð, merkir lækkandi rentan, at ársúrslitið væntandi verður lægri enn í 2024,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Rentulækkingar ávirka kundarnar á ymiskan hátt
Seinastu mánaðirnar er rentan lækkað í fleiri umførum, so hvørt sum príshækkingarnar eru avhæsaðar, og hetta ávirkar kundar, ið hava lán til bústaðin, á ymiskan hátt.

Meðan realkredittlán við skiftandi rentu fylgir marknaðinum neyvt, verður rentan á bankaláni við skiftandi rentu ásett av einstøku bankunum og er tengd at tjóðbankarentuni og handilsligum atlitum hjá bankunum.

Tá ið rentustøðið er lækkandi, fæst bíligasta rentan aloftast við at velja realkredittlán við skiftandi rentu. Hetta er vanliga bíligasta bústaðarlánið, og tað er eisini galdandi í løtuni. Tó so hækkar rentan á hesum lánum eisini skjótari enn bankalán, tá ið rentustøðið er hækkandi.

Hóast rentan er lækkandi, ber framvegis til at fáa góða rentu fyri pengar, ið standa á kontu í bankanum. Til ber at velja millum fleiri samansparingarkontur, ið kunnu brúkast til ymisk endamál.

Á aðalfundinum tann 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum tilsamans 350 milliónir í vinningsbýti, tað eru 36,46 krónur fyri hvørt partabrævið. Landið eigur 35 prosent av Føroya Banka.

Av hesum stava 217 milliónir, ella 70 prosent, frá ársúrslitinum og 133 milliónir verða goldnar út fyri at røkka kapitalmálinum hjá samtakinum.

Eftir útlutanina av vinningsbýtinum er Føroya Banki framvegis ein sera væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til bjálving, og sum harumframt hevur neyðuga kapitalin til at fíggja ætlaða framtíðarvøksturin hjá samtakinum.

Ársroknskapurin 2024 í stuttum

Úrslitið eftir skatt gjørdist 310 milliónir samanborið við 308 milliónir í 2023

Útlánini hækkaðu úr 8,9 milliardum í 2023 upp í  9,1 milliardir í fjør

Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 milliardum í 2023 til 2,7 milliardir í fjør

Innlánini hækkaðu úr 8,7 milliardrum í 2023 til 10 milliardir í fjør

Leiðslan væntar, at yvirskotið fyri 2025 verður millum 210 og 240 milliónir

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

13 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10