Hevur søkt sítt egna starv seks ferðir

Bara triðihvør lærari fær fast starv

Áki Bertholdsen
8. juni 2023 kl. 10:37

Bara triðihvør lærari, sum skúlarnir kring landið søkja eftir næsta skúla ár, fær fast starv. Tað skrivar Skúlablaðið.

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at størv hjá tí almenna ikki eru føst størv. Hetta er ikki bara ein stórur trupulleiki í eldrarøktini, í heilsuverkinum, men eisini í skúlaverkinum.

Ein trupulleiki er, at tað er munandi verri hjá fólki, sum ikki hava fast starv, at fáa bústaðarlán í bankanum, tí trygdin fyri at kunna rinda lánið aftur, er munandi verri enn hjá fólki í føstum starvi.

Harumframt er tað ikki serliga stórur tryggleiki í einum slíkum starvi.

Tilsamans verður søkt eftir 137 lærarum næsta skúla ár, men heili 90 av teimum eru tíðaravmarkað størv, sigur skúlablaðið. Sostatt er tað bara ein triðingur, sum fær fast starv.

Ein lærari, sum er í tíðaravmarkaðum starvi, má søkja um starvið av nýggjum á hvørjum ári og Skúlablaðið veit dømi um lærarar, sum nú skal søkja sítt egna starv fyri sættu ferð. 

Skúlablaðið sigur, at sostatt er støðan einki batna, tí undanfarin ár er tað søkt eftir 87-89 lærarum til tíðaravmarkað størv.

Fleiri landsstýrisfólk á økinum hava boðað frá, at tey hava verið sinnað at bøta um støðuna, men einki hendur og enn verða líka nógvir lærarar settir í tíðaravmarkað starv. 

Hetta er at harmast um, tí landsstýrismaðurin kennir til støðuna, og hann veit hvussu ótryggar umstøðurnar eru hjá nýútbúnu lærarunum, sigur Skúlablaðið.