Hilton letur upp í dag

Á middegi í dag letur seinna nýggja hotellið, sum hevur staðið í gerð í høvuðsstaðnum, dyrnar upp fyri almenninginum

Sveinur Tróndarson
22. oktober 2020 kl. 08:34

Hilton Garden Inn Faroe Islands letur upp í dag.

Hesum boðar Martin Restorff, hotelstjóri frá í tíðindaskrivi, sum hann hevur sent miðlunum fyri løtu síðan.

Tað verður klokkan 12.00, at nýggjasta gistingarhúsið, sum fór ígongd áðrenn nakað, sum kallaðist Covid19, var skrásett nakrastaðni, og tí er tað ein øðrvísi veruleiki, sum hotellið letur upp til enn upprunaliga ætlað.

- Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tilgongd, og eg eri sera errin av at fáa eitt Hilton hotell í Føroyum. Nú gleða vit okkum at lata upp á middegi fyri gestum bæði til gisting, á matstovuni, til veitslur og til fundir og ráðstevnur,“ sigur Martin Restorff, hotellstjóri.

Koronastøðan hevur við sær, at eingin almenn móttøka verður í fyrsta umfari, men leiðslan boðar frá, at móttøkan verður sett á skrá so skjótt sum umstøðurnar loyva tí.

Hotel Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði, hitarúm og venjingarhøli. Sum hotell flest í dag er eisini ókeypis tráðleyst netsamband, og øll køkur ahva sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð og kaffi og te-hentleikar, sum skrivað verður í tíðindaskrivinum.