Hjálparískoytið til 3. viðgerð í dag

Eitt mál er til 3. viðgerð og fleiri onnur til 1. viðgerð, nú tingfundur verður fyrrapartin. Millum uppskotini er uppskotið um hjálparískoyti til húski

Steinar Patursson
22. mars 2023 kl. 10:28

Klokkan 11 fyrrapartin í dag verður 3. Viðgerð av uppskotinum hjá samgonguni um hjálparískoyti til húski og um hækking av familjuískoyti í 2023.

Hjálparískoyti er eitt ískoyti á 12.000 krónur til húski, sum verður veitt eina ferð, meðan familjuískoyti skal hækka í eitt avmarkað tíðarskeið við 750 krónum fyri hvørt barn.

Talan er um eitt lógaruppskot, ið hevur til endamáls at gera gerandisdagin lagaligari hjá teimum, ið hava torført at fáa endarnar at røkka saman, nú ógvisligur prísvøkstur hevur verið seinasta árið. 

Harumframt eru eisini fleiri 1. Viðgerðir á skrá.

Ein teirra er um uppskotið at broyta starvsheitini í stýrisskipanini, soleiðis at kynini bæði verða javnstillað.

Eisini er 1. Viðgerð av uppskotinum um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Havn - tað, sum fyrr var Venjingarskúlin og Læraraskúlin.

Harumframt er eisini eitt andstøðuuppskot um at minka mótrokningina í pensjónini fyri arbeiðsinntøku, og eitt uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum um at avtaka oljuavgjaldið.