Høgni er aftur føroyameistari

Fyri triðju ferð á rað gjørdist Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari hjá einstaklingum í talvi. Talan var um 51’indu FM-kappingina, sum fyri fyrstu ferð varð hildin á Eiði.

Kristian Waag Dam
16. apríl 2022 kl. 11:02

Tað gjørdist 24 ára gamli sandavágsmaðurin, Høgni Egilistoft Nielsen, sum í gjár vann FM-heitið fyri einstaklingar í talvi. Undan kappingini vóru hann og stóribeiggin, Rógvi Egilstoft Nielsen, favorittarnir í landsliðsbólkinum. Høgni Egilistoft Nielsen hevði undan kappingini vunnið FM-kappingina tvey ár á rað. Haraftrat hevðihann hægst ratingstig av øllum luttakarum í kappingini. Tískil var tað heldur ikki undranarsamt, at hann í gjár endurvann heitið, sum FM-vinnari í talv í einstaklingakappingini. Tað var Talvfelagið Rókur, sum skipaði fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya. Mentanarhøllini á Eiði var karmur rundanum kappingina, sum var hildin í døgunum frá 9 – 15. apríl. 

Tað hevur gingið væl hjá Høgna Egilstoft Nielsen, síðan fyrstu leikirnir í kappingini vóru fluttir seinasta leygardag. Aftaná trý tey fyrstu umførini vóru hann og unga stjørnuskotið, Luitjen Akselson Apol, javnir í toppinum. Í fjórða umfarinum broytist hetta, tá snávaði Luitjen Akselson Apol í dysti ímóti fyrrverandi FM-vinnaranum, Rógva Egilstoft Nielsen. Hóast tað var tætt at byrja við, so vann Rógvi á evnaríka havnarmanninum. Í sama umfarið vann Høgni Egilistoft Nielsen á mótstøðumanni sínum Hans Kristian Simonsen. Aftaná fjórða umfar lá Høgna Egilstoft Nielsen sostatt á odda.

Í sætta umfarið hevði Høgni Egilstoft Nielsen møguleikan at vinna meistaraheitið, men hann tók ikki av. Fyri at Høgni Egilstoft Nielsen skuldi gerast meistari í sætta umfarið, so noyddist hann at vinna á nærmasta kappingarneyta sínum, Luitjen Akselson Apol, men hetta eydnaðist honum ikki. Tað endaði við javnleiki. Av tí sama var meistaraheitið ikki endaliga avgjørt fyrr enn í seinasta umfarið. Høgni Egilstoft Nielsen skuldi telva ímóti Willa Olsen í síðsta umfarinum, og honum tørvaði bert ein javnleik fyri at tryggja sær meistaraheitið. Aftaná seks leikir samdust Høgni Egilstoft Nielsen og Willi Olsen um javnleik. Harvið gjørdist Høgni Egilstoft Nielsen meistari triðja árið á ráð.

Ongin Helgi Dam Ziska

Hetta var triðja árið á rað, har Høgni Egilstoft Nielsen vann meistaraheitið, men hetta var eisini triðja árið á rað, har stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ikki luttók í FM-kappingini fyri einstaklingar. Helgi Dam Ziska er einasti føroyski telvarin, ið hevur hægri ratingstig enn Høgni Egilstoft Nielsen. Seinast Helgi Dam Ziska luttók í FM-kappingini fyri einstaklingar var í 2019, tá vann hann triðja meistaraheitið á rað, eins og Høgni nú hevur vunnið.

Hinir bólkarnir

Í unglingabólkinum gjørdist Jónas Sólsker unglingameistari í talvi. Tó gjørdist kappingin hjá unglingunum ein sannur gysari millum Jónas Sólsker og Petur G. Magnusson, ið vóru javnir á odda. Tískil mátti meistaraheitið avgerast við kviktalvi. Í 1.bólki vann Heðin Gregersen, meðan í almenna bólkinum vann Brandur Højgaard.