Høgni Hoydal: Dómurin er ein sigur fyri fólkaræðið

Høgni Hoydal fegnast, nú Landsrætturin hevur givið Fiskimálaráðnum viðhald í málinum um, hvørt manningar skuldu rinda fyri kvotur í Barentshavinum

Steinar Patursson
23. september 2022 kl. 10:56

- Avgerðin hjá Landsrættinum er ein fullkomin uppgerð við dómin í Føroya rætti.

So greiður er Høgni Hoydal, fyrrverandi fiskimálaráðharri, um avgerðina hjá Landsrættinum í farnu viku at geva Fiskimálaráðnum viðhald trætuni við Reiðarafelagið í málinum um lógina um royndaruppboðssølu av kvotum.

Eystari landsrættur feldi 13. september dóm í málinum, sum gjørdi dómin í Føroya rætti frá 14. januar til einkis.

Við dóminum kom Eystari landsrættur til ta niðurstøðu, at tað var einki galið við, at løgtingið lóggav, at manningarnar skuldu ikki rinda nakað fyri rættindi at fiska í Barentshavinum.

Men hevði avgerðin hjá Føroya rætti verið standandi, hevði talan verið um eitt afturstig fyri fólkaræðið, heldur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal er eisini atfinningarsamur móti manningarfeløgunum, tí hesi valdu sambært Høgna Hoydal ikki at taka av møguleikanum at staðfesta, at manningarnar skuldu ikki rinda fyri veiðirættindi.

Meira er at lesa í Dimmalætting, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið og sum kann lesast á netinum her.