Høgni Reistrup: Ferðavinnan er ein fyrimunur fyri samfelagið

- Allarflestu føroyingar fegnast um ferðavinnuna, ella í øllum førum av teimum fyrimunum, sum ferðavinnan hevur havt við sær, sigur Høgni Reistrup, stjóri í Guide to Faroe Islands, sum eigur og rekur heimasíðuna GuidetoFaroeIslands.fo, ið selur túrar og upplivingar til útlendingar – og føroyingar

Mynd: Chris Poplawski
Sveinur Tróndarson
13. mai 2022 kl. 18:32

Tað er einki yvir at dylja, at tað eru ikki øll, sum eru so fegin um vaksandi talið á ferðafólki, sum hesi seinastu árini eru komin til landið.

Hvussu stórur hesin bólkur er, vita vit av góðum grundum ikki, tað er ikki talt upp, men hinvegin vita vit tó, at tað eisini eru nógv fólk, sum taka ímóti ferðavinnuni við opnum ørum. Millum annað av teirri orsøk, at hon kann – ella er í ferð við at – gerast eitt annað bein hjá føroyska samfelagnum, ið sum kunnugt leingi “bara” hevur havt fisk at dúva uppá.

Ikki tí, fiskurin hevur verið okkum drúgvur, men tað er nú ikki so galið at hava ferðavinnuna afturat, tí hon dregur ikki bara fremmandafólk hendavegin. Hon gevur eisini føroyska samfelagnum nakrar aðrar ágóðar, sum vit mest sannlíkt ikki høvdu havt, um eingin ferðavinna var.

Har kunnu vit nevna matstovurnar, sum eitt dømi. Tað er rættiliga sjáldsamt, at eitt so lítið land, sum Føroyar eru, við bara sløkum 54.000 íbúgvum, hevur so nógvar góðar matstovur sum vit hava. Og tað sama er galdandi fyri gistingarhúsini.

Hesi høvdu neyvan verið her, um vit ikki høvdu so nógv ferðafólk sum vit hava.

 

Eisini nakað til føroyingar at brúka
Matstovurnar og gistingarhúsini eru ikki tað einasta.

Við ferðavinnuni koma eisini fleiri onnur tilboð, sum útlendsku gestirnir ikki einsamallir brúka.

Skipað verður eitt nú fyri nógvum túrum, sum valla høvdu verið stáplaðir upp á beinini, um ferðafólkini ikki høvdu verið her, og sum skilst brúka føroyingar eisini hesar møguleikar.

Fyrst og fremst eru tað tó ferðafólkini sum brúka tilboðini, tey, sum koma higar at fáa upplivingar, sigur Høgni Reistrup, stjóri og eigari av fyritøkuni spf. GTFI, sum eigur og rekur heimasíðuna Guide to Faroe Islands, sum er ein heimasíða, sum millum annað selur túrar av ymiskum slagi.

Dimmalætting hevur biðið Høgna Reistrup seta orð á, hvørjum standi føroyska ferðavinnan er í, nú summarið nærkast.

- Eftir tvey ár í meira ella minni fullum dvala av koronu er ferð við at koma á aftur. Ferðavinnan hevur verið í einari menningarfasu í nøkur ár, og var komin nokkso langt, tá korona rakti, sigur Høgni Reistrup.

Rákið er broytt
Sum nevnt eru ikki øll so glað um øll ferðafólkini, sum koma hendavegin, og orsøkirnar til tað eru fleiri.

Ein er, at ov nógv fokus er á, at vit fáa ov nógv ferðafólk, meira enn landið klárar. Aðrar meiningar eru eisini um, at ferðavinnan er ein óproduktiv láglønarvinna, men tí tekur Høgni Reistrup als ikki undir við

Sum nevnt fáa vit eisini nógvar ágóðar av, at vit hava eina ferðavinnu, nakað sum vit slett ikki høvdu fingið, um hon ikki var har.

Men hvat er tað sum fær fólk hendavegin?

- Ferðingarmynstrið er broytt. Fyrr fóru fólk suður til sól og hita, nú eru alsamt fleiri, sum vilja sleppa at royna hetta ístaðin. Tey koma til Føroya, tí oyggjarnar eru fjarskotnar og her fáa tey nakrar aðrar upplivingar enn tey fáa í sólríkari londum, sigur eigarin av Guide to Faroe Islands.

Møguleikarnir hjá fólki eru her, millum annað tey tilboð, sum eru at finna á heimasíðuni, sum hann eigur og rekur, og Høgni Reistrup staðfestir, at áhugin er vaksandi eftir, at korona ikki longur spælir so stóran leiklut í samfelagnum.

- Vit eru nokk ikki komin heilt upp á pláss við øllum enn, men tað gongur, tíbetur, fram á aftur, leggur hann afturat.

 

Tillaga okkum
Ein av ákoyringunum er, at ov stórur dentur verður lagdur á at fáa fólk til, uttan at landið er gjørt klárt til at taka ímóti teimum nógvu ferðafólkunum.

Spurningurin er tí, um vit hava verið ov bráð, og kanska heldur áttu at havt fyrireikað okkum betur áðrenn vit fóru út eftir ferðafólkunum.

Høgni Reistrup skilir fyri so vítt kritikkin, men setir síðan spurningin, nær mann er fyrireikaður til fulnar.

- Nær er mann nóg væl fyrireikaður? Og ber tað í heila tikið til? Um vit til dømis samanbera við makrelfiskiskapin, tá vit øktu kvotuna hjá okkum, so vóru vit jú slett ikki til reiðar at taka ímóti øllum tí uppsjóvarfiski, sum vit skuldu hava upp á land, tá kvotan øktist, men tað bar til, tí vit funnu eina aðra loysn við móttøkuskipum, sum loysti tann trupulleikan fyrst, sigur Høgni Reistrup.

Hann leggur afturat, at tað neyvan hevði borið til at riggað alt apparatið til í fiskivinnuni áðrenn farið var eftir fiskinum, og støðan er nøkulunda tann sama í ferðavinnuni.

- Nær ert tú púra klárur til at taka ímóti øllum? Tað, sum vit duga væl er at tillaga okkum á vegnum, og tað er tað sum er hent síðan. Vit hava fingið fleiri gistingarhús, vit hava fingið fleiri matstovur, fleiri tilboð til ferðafólk og so framvegis, og ja, kanska eru vit ikki heilt har, sum vit skulu vera við øllum, men vit eru væl á veg, sigur hann.

 

Nakað heilt annað
Fyri Høgna Reistrup og nógv við honum er tað áhugavert at síggja, hvussu stóran hug útlendingar hava at koma til Føroya. Vit, sum búgva her, halda ikki, at veðrið her er fyri fólk, og tá vit eru í veitslulag syngja vit tað beinleiðis, tá vit syngja fjórða ørindi av sanginum, Føroyingar, sum her nú koma saman, sum Rasmus Effersøe yrkti í 1878.

Har stendur: Mangur útlendskur, eg hoyri, sigur: "har er bara grátt út yvir grátt;  slíkt," teir halda, "doyvir sinnið niður,  regn og mjørki kann ei gera gott."  Men soleiðis ei teir ungu blíva:  bylgja blá og fjøllini so brøtt  kunnu ungar piltar væl upplíva,  gera teimum fót og hjørtu løtt.

- Hugsa tær hvussu ein persónur, sum hevur búð í Kalifornia, ella onkra aðrastaðni fyri tað, har tað nóg illa er eitt skýggja á luftini nakrantíð, hevur tað, tá hann kemur til Føroya og upplivir veðrið og náttúruna her. Fyri tey er tað øgiliga spennandi, og næstan ein andalig uppliving, sigur Høgni Reistrup.

Hann greiðir frá, at hann fær nógvar afturmeldingar frá fólki, og hann hoyrir millum annað um útlendingar, sum gráta tá tey til dømis sigla fram við drangum.

- Vit duga kanska ikki at seta okkum inn í tað, men fyri fólk, sum ongantíð hava sæð náttúru sum okkara kann tað hava stóra ávirkan, tí hetta er púra fremmant fyri tey og tí eisini heilt serligt, sigur Høgni Reistrup.

 

Tann ektaða vøran
Stjórin í GuidetoFaroeIslands dugir eisini at síggja aðrar orsøkir til, at alsamt fleiri fólk velja Føroyar sum ferðamál.

Føroyingar eru lættir at hava við at gera, og tað er stutt frá einum staði til eitt annað. Eisini í fluttum týdningi kann mann siga, at tað er stutt frá gólvinum og upp, og tað eru nógv av teimum, sum ferðast her væl nøgd við.

- Føroyingar eru ikki uppgjørdir. Tað sum tú sært er tað sum tú fært, og fólk eru øgiliga hjálpsom, fryntlig og fyrikomandi. Tað er eisini tað, sum eg fái at vita frá fólki, sum hava verið her, at føroyingar eru ógvuliga lættir at arbeiða saman við. Tað er eisini nakað sum ger, at fólk hava góð minnir hiðani og hava hug til at koma aftur, sigur Høgni Reistrup.

Og, leggur hann afturat, marknaðurin hjá okkum, er stórur.

- Øgiliga stórur partur av heimsins íbúgvum búgva í stórum býum, har tey slett ikki hava atgongd til náttúru sum hana, sum vit hava her. Hetta eru fólk, sum eru keypisterk. Tey eru av tí sama eisini øgiliga sinnað at brúka pengar, tá ið tey eru í Føroyum. Men tey vænta afturfyri at fáa góðsku og dygd í tí, tey uppliva. Tí eru møguleikarnir stórir, og tí eg ikki ósannlíkt, at ferðavinnan veruliga kann gerast tað eyka beinið, sum fólk ynskja, sigur Høgni Reistrup.