Holocaustdagurin: Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina

Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl, ið verður vístur í Filmsfelagnum í kvøld klokkan 20. Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum

Sigurjón Einarsson
27. januar 2021 kl. 17:00

Í týska familjufilminum, sum Filmsfelagið vísur við donskum undirteksti á altjóða Holocaustdegnum, fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.

Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f.1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá Judith Kerr (1923-2019), sum í 1972 skrivaði "When Hitler Stole Pink Rabbit".

Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.

Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.

Høvuðspersónur í filminum er eins og í bókini níggju ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.

Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið aldri fer at verða sum fyrr.

"Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina" (Caroline Link, Týskland 2019, 119 min) verður vístur í Havnar Bio klokkan 20 í kvøld. Tað er Filmsfelagið, ið skipar fyri.