Hondbóltur beinleiðis í KvF

Í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya og Ø Media fer Kringvarp Føroya nú undir at senda føroyskan hondbólt beinleiðis í sjónvarpinum

Tíðindaskriv
27. januar 2021 kl. 18:15

Ætlanin er at senda tað, ið eftir er av kappingarárinum. Tað vil siga restina av Faxe Kondi-kappingini, umframt Burn og SMS-deildirnar, tá tær byrja aftur.                 

- Vit gleðast um møguleikan at bjóða hyggjarunum føroyskan hondbólt. Hondbóltur er áskoðaravinarligur, og lagt er upp til nógvar spennandi løtur, nú kappingarnar fara inn i avgerðandi tíðarskeiðið, sigur Símun Christian Olsen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

Í fyrstu atløgu verður hondbóltur vístur mikukvøld, men tá endaspælið er á skránni, kann verða, at dystir verða vístir um vikuskiftið. Endaliga sendiskráin er ikki løgd enn.

Miðað verður eftir at vísa so nógv lið, sum gjørligt - bæði hjá kvinnum og monnum.

- Vit hava ynskt at varpa enn meira ljós á føroyskan hondbólt og fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum, so vit fegnast um, at KvF nú fer at vísa dystir í SMS og Burn-deildini og Faxe Kondi-steypakappingini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.

Fyrsti dysturin verður vístur longu í kvøld, mikukvøldið 27. januar, og hann er í Vestmanna millum VÍF og StÍF.

Kringvarpið byrjar at senda í kvøld klokkan 19:50.