Hondbóltur: Hesir 16 skulu møta Týsklandi

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Týskland

(Mynd: hsf.fo)
Sigurjón Einarsson
30. mars 2022 kl. 12:05

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Týskland, sum verða spældir 13. og 16. apríl.

Talan er um annað play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir kemur til HM-endaspælið. Føroyar spæla móti Týsklandi mikudagin 13. apríl klokkan 17.15 í Wunderino Arena í Kiel og leygardagin 16. apríl klokkan 19 í Høllini á Hálsi.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

Kelda: hsf.fo