Horvna skipið komið afturíaftur

Í gjár komu boð um, at fyrsta skipið við ukrainskum korni, sum loysti úr Odesa tann 1. august, var horvið. Men nú er skipið, ið nevnist Razoni, komi undan aftur

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
16. august 2022 kl. 09:48

Í gjár komu boð um, at fyrsta skipið við ukrainskum korni, sum loysti úr Odesa tann 1. august, var horvið. Men nú er skipið, ið nevnist Razoni, komi undan aftur.

Sambært Financial Times vísa myndir frá fylgissveini, at skipið nú liggur í eini havn í sýriska býnum Tartus. Tað eru millum annað myndir frá evropeiska rúmdarfelagsskapinum, sum vísa, at skipið eftir øllum at døma hevur ligið í Tartus longu leygardagin.

Tíðindini um, at Razoni var horvið, vóru borðin fram, tí at skipið ikki hevði boðað nøkrum frá, hvar tað var statt síðan fríggjadagin. Tað seinasta man visti frá skipinum tá var, at Razoni hevði siglt uttanfyri Kýpros.

Upprunaliga kósin hjá skipinum var Libanon, men hetta bleiv av ongum. Keyparin í Libanon vildi ikki keypa korni hóast alt, tí skipið fór at vera seinni í Libanon enn avtalað. Hetta tykist tó ikki at vera nakar trupulleiki, tí lastin við ukrainskum korni er síðan vorðin keypt og seld fleiri ferðir.

Tá Razoni loysti úr Odesa tann 1. august, gjørdist Razoni tað fyrsta skipið at fara í holt við at útflyta korn úr Ukraina, síðani kríggið brast á í februar. Sambært ST er Razoni lastað 26.000 tonsum av maiskornum.