- Vit sóu nógvar møguleikar, sum ikki vórðu troyttir, og tí smekkaðu vit til, sigur Annika Due Jacobsen, sum er útbúgvin sálarfrøðingur, og í seinastuni hevur arbeitt sum hotelstjóri á Hotel Djurhuus í Havn.
Hon hevur røtur av Glyvrum og var 10 ára gomul, tá hon flutti úr Danmark til Runavíkar, har hon nú býr saman við familjuni. Tí hevur tað stóran týdning fyri hana, at skapa lív í í nærumhvørvinum.
Var hjartað í býnum
Annika heldur, at øll í økinum hava okkurt tilknýti til sjómansheimið. Tað var tað, sum bygningurin upprunaliga var, eitt sjómansheim. Her hava øll etið døgurða onkran sunnudag, hildið merkisdagar ella verið til ervi. Tí er hon tilvitað um, at tað er ein ávís ábyrgt, sum tey hava tikið upp á seg.
- Hotellið er hjartað í býnum. Okkara uppgáva er at fáa hjartaslátturin eitt sindur upp, sigur Annika.
Hon heldur, at rammurnar eru góðar á hotellinum. Hotellið hevur 23 kømur við íalt 38 seingjum.
- Ferðavinnan í Føroyum er framvegis miðsavnað um summarmánaðirnar. Tí mugu vit royna at fáa annað virksemi í húsið í vetrarhálvuni. Her hugsa vit um at gera fundarhøli í niðastu hæddini, so vit kunnu hýsa ymsum fundar- og skeiðsvirksemi og harvið longja háárstíðina, sigur Annika.
Mitt í Føroyum
Síðani Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu, er Runavíkin vorðin ein miðdepil í Føroyum. Tað er hálvur tími til næstan alt.
- Vit liggja mitt í Føroyum. Tað er okkara fyrimunur, sigur Annika.
Hon heldur, at fyri fólk í hesum økinum er ferðavinnan nakað fjar. Hetta vil hon gera nakað við og vil fegin varpa ljós á ferðavinnuna í Runavíkini og í Eysturoynni sum heild.
- Vit eru við at byggja upp eina nýggja og spennandi mentan her í økinum. Vit hava Løkshøll og nú eisini Gulu Smiðju. Her eru útlit fyri stórum mentanarligum virksemi og nógvum tiltøkum, metir Annika.
Annika heldur, at Visit Runavík ger eitt megnar arbeiði. Eisini leggur hon upp til, at allir aktørar í økinum eiga at samstarva, tí eingin hevur alt, men øll hava okkurt. Tí kunnu øll fáa gagn av hvør øðrum. Tað er hetta, sum eisini er ein av drívmeginum hjá nýggju eigarunum á Hotel Runavík.
- Vit vilja fegin blása lív í í økinum, sigur Annika.
Nýggj lounge, stílfull kaffistova
Eitt, sum nýggju eigararnir beinanvegin fóru undir, var at gera eina lounge, eina tilhaldsstovu.
- Hetta er ein sjónlig og gagnlig broyting, heldur hotelstjórin.
Hon vísir á, at í fyrsta lagi høvdu gestirnir á hotellinum onga tilhaldsstovu at vera í um kvøldið og vóru tí bert á kømrunum. Tí var neyðugt at gera eina tilhaldsstovu fyri at geva gestunum eina betri uppliving av hotellinum.
- Vit valdu at fara eitt stig víðari og at skipa tilhaldsstovuna sum eina kaffistovu, sum er opin fyri øllum hvønn dag. Fyrrapart og til klokkan 14 hava vit brunch. Seinnapart er køkurin opin. Umframt kaffi og góðar køkur hava vit eisini heitan mat á matarskránni, sigur Annika.
Hon heldur, at í Runavík er tørvur á einum staði, har vaksin kunnu hugna í vikuskiftinum.
- Hotellið hevur skeinkiloyvi. Vit ætla at skipa okkum soleiðis, at vaksin kunnu seta seg við smárættum og einum glasi við onkrum góðum afturvið í vikuskiftunum.
Ovurhonds móttøka
Tá Runavíkar Kommuna skipaði fyri mentanarviku seinast í apríl, stóð nýggja tilhalds- og kaffistovan klár at taka í nýtslu.
- Vit vistu sjálvandi ikki, hvussu fólk fóru at taka ímóti okkara nýggju kaffistovu. Vit roynu at fyrireika okkum sum best, men vit mugu ásanna, at móttøkan var ótrúlig, nógv betri enn okkara bestu vónir. Vit vóru ikki fyrireikað upp á tað, og nú royna vit at finna arbeiðsmegi. Tað er ein marglætistrupulleiki, sum vit nokk megna at loysa, sigur Annika við einum smíli.
Hon vísir á, at tá fundarhølini eru liðug, hevur hotellið trý bein at standa á, hotel, kaffistovu og so skeiðs- og fundarvirksemi. Og matstovan, sum hevur verið á hotellinum seinastu árini, heldur fram.
- Íalt skal tað nokk fáa hjartasláttin eitt sindur upp í Runavík, sigur Annika at enda.