Hugnakvøld fyri tvørkynd við foreldrum

Týskvøldið 17. mai klokkan 19 skipar LGBT+ Føroyar fyri hugnakvøldi fyri tvørkyndum saman við foreldrum / avvarandi við uppleggi frá Tórmóði Stórá. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum á Tórsgøtu 16

Kristian Waag Dam
16. mai 2022 kl. 09:05

Týskvøldið 17. mai klokkan 19 skipar LGBT+ Føroyar fyri hugnakvøldi fyri tvørkyndum saman við foreldrum / avvarandi við uppleggi frá Tórmóði Stórá. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum á Tórsgøtu 16.

LGBT+ Føroyar fær javnan fyrispurningar frá foreldrum at tvørkyndum, og við hesum tiltakinum ynskja LGBT+ Føroyar, at tvørkynd saman við teirra foreldrum / avvarandi kunnu hitta onnur, sum skilja og hava verið ella eru í somu støðu sum tey sjálvi. Hesa ferð verður eisini høvi at hoyra upplegg frá Tórmóði Stórá, ið millum annað fer at tosa frá einum fakligum vinkli um tað at vera tvørkyndur, hvørjar møguleikar tvørkynd hava í Føroyum og hvussu mannagongdin er. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Foreldur at tvørkyndum hava áður hitst í hølinum hjá LGBT+ Føroyum til líknandi tiltak. Tá vóru tað Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, ið báðar eru mammur at tvørkyndum kvinnum, sum stóðu fyri kvøldinum og vóru klárar at stuðla og deila sínar upplivingar og royndir. Hetta hava foreldur at tvørkyndum verið sera glað fyri og ynskir LGBT+ Føroyar tí at bjóða til hetta hugnakvøldið týskvøldið 17. mai klokkan 19.