Hvat er meiningin við lívinum? Og – hvat gevur meining?

Ein klókur maður segði einaferð, at vit menniskju kunnu liva okkara lív uppá eina viku, um tað var eitt lív við fullari meining og í opnum kærleika. Hvat gera vit so allar hinar vikurnar av okkara lívi, kann eg spyrja? Er restin av okkara lívi lívsspilla? Ella er tað ein meining við hesari lívsspillu, so hon í veruleikanum hevur virði í okkara lívi?

Birita Nolsø
11. september 2022 kl. 14:37

Í øldir hava vit menniskju djúphugsað hvør meiningin við okkara lívi mann vera. 

Tað eru onnur enn filosoffar, vísindafólk, metafysikarar og teologar, ið hugsa um hendan stóra lívsspurningin, hóast flestu okkara neyvan sita dagliga og tosa um meininga við lívinum í kaffisteðginum, í bilinum, í føðingardegnum ella á strondini, kann spurningurin: Hvat er meiningin? Gevur tað meining? Ella: Hatta gevur onga meining! mangan venda innan í okkum og koma til sjóndar á ymsan hátt. 

Eingin tíð til meining
Vit kenna mangan meiningsloysi fram um meining. Meiningsloysið kemur tá meining vantar. Meiningsloysið kennist tómt, uppgevandi, nívandi, grátt og einsamalt. Spyrji eg teg um meiningsloysi, hevur tú uttan iva nógv at siga beinanvegin, tí tað er lætt at síggja og merkja væntandi meining. Alt frá gerandis meiningsloysi til tað heilt stóra meira andaliga, umhvørvisliga og tilverugrundaða meiningsloysi.

Spyrji eg hinvegin: Hvat er meiningin við lívinum og hvat gevur meining? Steðgar alt upp eina løtu og stutti spurningurin kann kennast lagnutungur, stórur og langur. Tær tørvar rúma tíð til at grunda og koma við einum fullgóðum svari. Eg sendi hendan spurningin út til nøkur útvald fólk og gav teimum bert ein dag at svara. Ein vendi aftur við einum svari. Hini vóru upptikin við summarferiu, arbeiði og øðrum. Hetta eina svarið kom frá einari kvinnu, sum inn á bein hevur merkt, at lívið veruliga bert er nú, virðismikið og viðkvæmt. Hóast hon í løtuni liggur sjúk, megnaði hon at senda mær hetta stutta, djúpa og týðandi svarið:

Holuheilin kennir onga meining
Í undanfarnu greinum havi eg greitt frá okkara primitiva amygdala holuheila. Hesin heilin snýr seg um at yvirliva og ikki um at liva. Vit eru snildisliga innrættað til at yvirliva í einum vandamiklum lívi. Í øllum føri var lívið veruliga vandamikið og í áratúsund hevur menniskjan yvirlivað við hollum stuðli frá holuheilanum. Amygdala, hin primitiva varskógvingarskipanin í okkara heila var við til bjarga lívinum. Í dag tekur sama lívbjargandi skipanin lívið frá okkum. Hon køvir lívsmeining og er hinvegin sera køn í mun til lívshóttan og ótta. Vilt tú lesa meira um holuheilan, kanst tú leita í greinasavninum á dimma.fo. 

Altso holuheilin óttastýrir okkum somikið, at gleði og meining hava ilt við at fóta sær og vinna frama í okkara lívi? Ja, soleiðis kanst tú siga tað. Tað liggur ikki í okkara lívssøgu at kenna meiri sælu, meining, gleði og hátíð, enn ótta, óvissu og ótryggleika. So okkara lív verður treytað av at yvirliva heldur enn at liva? Ja og nei. Ja, tað er okkara ótilvitaða grundfyritreyt. Vit eru tó ikki fødd inn í hendan heimin við ótta. 

Vit hava øll verið nýfødd, opin, álitisfull og við treytaleysum sambandi til gleði og sælu. Óttin kemur seinni. Tá vit uppliva heimin óttakendan, vandamiklan, ótryggan og óttafullan. Vit uppliva umsorganarsvik, líkasælu og ótryggleika av ymsum slag og júst sum við okkara forfedrum verður amygdala varskógvingarskipanin aktiverað. Nøkur hava eina ovurvirkna varskógvingarskipan, eitt nú menniskju við PTSD (post traumatiskt strongd órógv) eitt sálarligt óttaórógv, ið ger at amygdala er ovurvirkin vegna ógvusligar sálarligar lívshendingar. PTSD gevur als onga meining, tí tað er fortíðar trauma, ið spøkir í núinum. Tað sum er ósatt í núinum, kennist satt vovið inn í fortíðarinnar ham og kann tískil við eitt umskapa góðu løtuna til eitt satt helviti. 

Ymisk løg av tilviti
Í bókini "5 HJERTEFØLELSER" verður greitt frá fýra tilvitisløgum. Vit kunnu øll vera á ymsum løgum í mun til ymisk lívsevni, og vit ferðast javnan í millum hesi ymisku tilvitskuøgini:

  • Sovandi

  • Droymandi

  • Lusid

  • Vakin

Tað ljóðar møguliga neiligt at vera sovandi, tað er tó ikki altíð so og vit uppliva øll av og á at sova. Vit eru ótilvitað um so mangt.  Ert tú sovandi í mun til meining, er hetta als ikki nakað, ið tú gevur tær far um. Tað ræður um at bjarga sær føðina, at arbeiða, tryggja nøring og at yvirliva. Nógv hava tað soleiðis og flestu okkara eru í hesi støðu javnan ella av og á. Í sovandi lagnum er ikki nógv stúran ella grundan um alt tað stóra í lívinum. Lívið kann vera einfalt og á mangan hátt lætt at liva. Tað kann eisini vera hart og pínukent. At ganga runt og mala við stórum lívsspurningum kann tykjast púra burturvið, nakað ið kennist sum luksus og/ella meiningsleyst. Tað snýr seg um at arbeiða, tryggja seg og sína familju og at yvirliva. 

Amygdala steinsvevur í mun til meining, tí hesin depilin í okkara heila snýr seg bert um at yvirliva. 

Droymandi
Ert tú droymandi í mun til meining, fært tú við tíðini ein varðhuga av at eitthvørt annað og meira er í lívinum, tað er tó heldur dreymakent. Tú setur spurnartekin við verandi lívsstøðu, tó uttan at megna at taka onnur ella betri stig. Tú droymir um annað og betri, tó megnar tú ikki at gera annað enn júst at droyma. Nógv pína og líðing kannn vera í droymandi tilvitskulagnum, tí tú ert ávegis at vakna, tó uttan at vera nóg vakin til at broyta støðuna. Tað kennist mangan hart og meiningsloysi kann valda. 

Tú kanst eisini droyma søtar dreymar í sakninum eftir einum øðrum og betri lívi. Tú skapar ymsar dreymar í lívinum og kann droyma teg ígjøgnum eitt heilt lív, uttan veruliga at fáa og kenna djúpu og innarligu opnu kensluna í einum lívi við sannari meining. Tað er kennist í øllum føri betri enn at líða á leiðini til at vakna ella gerast lusid. Hendan lívstráan kann skapa ymsar tvístøður í lívinum. Tað er tó ógjørligt at taka stig ella at loysa tvístøðuna og tað kann lættliga henda, at tú lokar niður fyri tí, sum á ymsan hátt umboðar tað, ið er meira lusid ella vakið. Á mangan hátt verður tú eitt offur í dreymalagnum, ella tú tillagar teg dreyminum.

Lusid
Arbeiðir tú við dreymatýðing, kennir tú møguliga hetta orðið. At vera lusid merkir at tú veitst at tú droymir. Við øðrum orðum kanst tú liggja og droyma at tú ert ein prinsessa á einum slotti og samstundis hava tilvit um, at tað er ein dreymur. 

At hava lusidar dreymar gevur droymaranum nakrar heilt nýggjar og aðrar møguleikar. Tú kanst velja at stýra tínum dreymi, til dømis kanst tú sum prinsessa velja at fara úr slottinum við einum flúgvandi teppi og finna prinsin. Tú kanst eisini heilt skifta ham og blíva drekatemjari ella havfrúgv. Lusida tilvitskulagið er spennandi, tí tú fært virkismátt til at taka stig og gera tað, ið gevur meira meining. 

Ert tú lusid í mun til meining, hevur tú áræði og møguleikan til sjálv/ur at taka munagóð stig til at liva eitt lív við meiri meining. Tú sær, merkir og skilur tað, ið gevur sanna meining, og tú byrjar at taka ymisk stig, ið stuðla eini djúpari meining. Lusida tilvitskulagið er munandi minni pínufult. Tú verður á mangan hátt tín egni lukkusmiðjur, tí tú ger meira av tí, ið gevur meining, tú hevur eina greiða kós og kanst stilla kósina. Tað gevur økt frælsi og møguleikar. 

Vakin
At vera heilt vakin í tilvitskulagnum merkir, at tú altíð og til alla tíð livir eitt opið lív í djúpari meining. Tú hevur ásannað at lívið er nú, hevur djúpa meining og tú livir samsvarandi hesi meining. Tú droymir hvørki fortíðar ella framtíðar dreymar. Tú livir júst nú hesa løtuna og tú ert klárvakin. Tú ert beint á kósini og tú ert komin á mál, sum ikki er eitt mál. Tú andar og livir djúpa meining í øllum, sum tú ger, eisini í tí einfalda og í tí, sum kann tykjast vera uttan meining. 

Eingin tíðarspilla er og tú kennir djúptøkið at lívið bert er nú og at deyðin er ein partur av lívinum. Tú hevur greiðar og knívhvassar raðfestingar í mun hvussu tú livir títt lív sjálv/ur og saman við øðrum. Hóast tú, júst sum øll onnur, hevur tráan av ymsum slagi, sleppir tráan ikki at stýra tínum lívi. Tú ert frí/ur av tráaninnar lokaneti og hevur ásannað, at kærleiki gongur báðar vegir og skal vera í javnvág – úteftir og inneftir. Tú kennir tað stóra í lívinum, kennir lívshugin og at alt hongur neyvt saman. Tær stóru og opnu kenslurnar í hjartanum leiða teg í lívinum og í mun til meining er tað júst eginleikarnir í hjartanum, ið fylla. 

Ert tú vakin, kann tað vera trupult ella nærum ómøguligt at sova aftur. Tú kanst eisini vera vakin á ávísum økjum og meiri droymandi ella sovandi á øðrum. Tað er ein áhaldandi tilgongd og tilvitskumenning. Nøkur heilt fá eru 100 prosent vakin allatíð. Flestøll sova, droyma og vakna vit í løtum. 

Meining er størri enn tú
Meiningin kemur úr hjartanum og er altíð størri enn tú. Óttastýrd meining kann koma í bland. Tað hendir tá tú hugsar: Um eg geri tað, so...ella um eg ikki geri tað so...

Sonn meining hevur tó onga rokning. Sonn meining skapar lívsvirði. Elska næsta tín sum sjálvan teg. Eitt vakurt boð, ið sigur tær, at eins og tú hevur umsorgan fyri øðrum, eigur tú at hava umsorgan fyri tær - og øvugt. Nógv kenna eina meining í at tæna og geva øðrum. Tað gevur eina sæla kenslu av meining at gera nakað gott fyri onnur. Er hetta í veruleikanum ein duld væntan um, at hini gera nakað gott fyri teg, er talan um eina ósunna ójavnvág. Tó er tað í øllum føri ein munandi betri kensla og lívsstøða at geva øðrum heldur enn at sita heima í tunglyndi, sakni og meiningsloysi. Tíverri eru vit mangan skuld og skommstýrd – eisini tá umræður førleikan at geva sær sjálvum og øðrum umsorgan. 

Vit hava øll viðføddar eginleikar, ið kunnu leiða okkum til eina djúpa meining. Hesir eginleikar liggja í hjartanum. Størstur er kærleikin. Hinir eginleikarnir í hjartanum eru: Eftirlíkan, álit, takksemi og sam- ella viðkensla. Allir eginleikarnir, fert tú nóg djúpt innar, leiða teg til eina størri og djúpari meining. Tú og eg eru fødd við hesum eginleikum. Tað er okkara naturliga tilvera. Vit missa tó sambandi við hesar natúrligu eginleikarnar á lívsleiðini, summi meira enn onnur. Vit kunnu tó altíð koma aftur, tí teir eru altíð har, líkamikið hvussu nógvar snuddir, PTSD, likamligan ella sálarligan skaða tú hevur fingið í lívinum. “Tað er ongantíð ov seint at fáa ein góðan barndóm”. Vís orð frá vísum fólki. 

Berføtt í grasinum
Tú kanst kenna meining í nógvum. Hin djúpa meiningin er altíð í djúpum samljóði við onnur ella annað, ið er meira ella størri enn tú. Tú kanst kenna meining í náttúruni: 

Merkja lívið og vera partur av tí stóra, ið náttúran er og gevur okkum. 

Tú kanst fáa ein djúphug at sýna náttúruni meiri ans og at vera í náttúruni á ein annan og nýggjan hátt. Tað er til dømis ein góð kensla at savna rusk í náttúruni. Tað sama er ein vakur gongutúrur í náttúruni. 

Eg havi júst nú gingið berføtt í heita grøna grasinum, tað kennist heilt ómetaliga deiligt at vera partur av jørðini – og at ganga her á jørðini. Tað gevur meining og tað er einfalt. Tað er sameiningin við jørðina og lívið, sum skapar meiningina. 

At merkja meining
Tú kanst kenna meining millum menniskju. Eitt djúpt og erligt prát. Ein hjálpandi hond. Í gjár hjálpti eg einari kvinnu við at bera stólar og annað út í ein stóran hava, tí hon skipaði fyri einari spontanari felags máltíð. Tað gav meining. Og eg elski at blanda eina vistfrøðiliga olju til onkran, sum kann fáa gleði av hesi einføldu tó hjartaligu gávu.

Letur tú pening til teirra ið líða neyð kennist tað uttan iva gott innaní. Vitjar tú gomlu ommuna og abban eina løtu, kanska tú tekur í hondina á teimum og merkir teirra lív og elli, og tú kanst kenna eina nemandi meining. Sendir tú nøkur kerlig orð til børnini, foreldrini ella vinkonuna, kennist tað gott. Gevur tú teimum eitt inniligt klemm, kanst tú kenna eina djúpa lívsmeining.

Gevur tú eina hjartaliga viðurkenning, kann tað geva meining. Og loyvir tú tær at taka ímóti, kann tað somuleiðis geva djúpari meining. 

Hygg hvønn dag djúpt inn í eyguni á einum, tú elskar. Tað nemur og gevur meining. 

Eingin uppskift er til lívsins meining. Leiðin inn til staðið ið kann geva meining er tó hin sama. Hvussu vit koma higar er tó ymiskt. Líkamikið hvar tú ert stadd/ur í lívinum júst nú, ynski eg tær inniliga eitt lív við meining. 

Gev tær stundir at grunda yvir, hvat gevur tær meining og hvussu tú kanst fáa meira í hesum stutta og til tíðir gátuføra lívi. 

Carpe diem 

Memento mori