Hvønn veg vendir húgvan?

Onkur hevur kanska undrast á hvønn veg føroyska húgvan á mannfólkabúnanum skal venda. Men er nøkur regla um tað?

Regin Winther Poulsen
28. juli 2022 kl. 12:51

Føroyska húgvan er seinastu árini vorðin meira vanlig at brúka við føroysku klæðunum. Hjá Marjun Heimá, sum selur føroysku húgvuna siga tey, at tey megna ikki at framleiða nóg nógvar húgvur, tí at eftirspurningurin er so stórur. 

Men hvussu skal húgvan sita? Hvønn veg vendir hon? 

- Eg vildi sagt at hon vendir til høgru, sigur Sigfríður S. Sólsker, søgufrøðingur, sum arbeiðir sum ritstjóri hjá Nám. 

Sigfríður skrivaði bachelor ritgerð í søgu- og mentanarfrøði á Setrinum fyri fimtan árum síðani. Evnið var føroysku klæðini, og tá kannaði hann bæði føroysku kvinnu- og mannfólkaklæðini og tey ymisku pløggini, sum hoyra til búnan. 

- Tað er munur á teimum gomlu føroysku klæðunum, áðrenn tey verða tjóðbúni og aftaná, sigur Sigfríður. Tað er ikki fyrr enn um 1880 árini, at føroysku klæðini verða skipaði og kanska eitt sindur fínari. 

Húgvan varð eisini kannað. Hóast tjóðbúnin byggir á føroysku klæðini, so sæst eitt nú munur á húgvuni, sum bara var ein vanlig húgva áðrenn klæðini verða til búna.  

- Tá klæðini verða til tjóðarbúna, verður húgvan beinavegin heft niður, sigur søgufrøðingurin, sum greiðir frá, at hann hevur hoyrt ymiskar frágreiðingar, hví tað er rætt at húgvan skal venda nakran ávísan vegin. Ein frágreiðing er, at hon skal venda til vinstru, soleiðis at hon kann takast av við vinstru hond, tá heilsast skal við høgru hond. 

Í ritgerðini greiðir Sigfríður eisini frá, at tað kann hava at gera við ástøði um vinstru hond sum ta skitnu hondina, sum ikki skuldi heilsast við. Og so hevur onkur sagt, at húgvan skal venda til vinstru, tí at mennirnir sótu á vinstru síðu í kirkjuni. 

Í síðsta enda er helst ongin føst regla um, hvønn veg húgvan vendir. Talan er helst um eftiruppfunnar søgur, tá fólk vilja hava hana at venda ein ávísan vegin. 

- Vit uppfinna traditiónir onkuntíð fyri at halda skil í onkrum, sum skil ikki er í, sigur Sigfríður, sum sigur at tað ikki byggir á nakað ástøði, tá hann heldur at húgvan ofta vendir til høgru, men at hon ofta ger tað, tí tey flestu nátúrliga brúka høgru hond, greiðir Sigfríður frá

- Og so vendir hon kanska ofta umvent, tá lámir menn seta hana á, sigur hann.