“Hygg, nú fer hon oman á Jomfrúbakkan”

Eva Margrethe Thomsen (1912-2005), vanliga nevnd Eva í Horni, vaks upp úti í Bø í Havn. Tá ið Eva vaks upp, var tað ein øðrvísi Havn enn nú á døgum. Eingi gøtunøvn vóru tá – í staðin høvdu brekkur nøvn eftir fólki og húsum. Eva greiðir her frá nøkrum staðarnøvnum í Havn og sigur frá ymsum, ið hevur samband við hesi støð

Lagt til rættis: Marjun Arge Simonsen
24. oktober 2020 kl. 20:04

Útí í Bø
Tað, sum varð rópt úti í Bø, man hava verið Tróndargøta, Bøgøta, Konradsbrekka og tann vegin niðan eftir. Alt hetta vóru traðir. Tann fyrsta adressan her var Nybo. Eg minnist, tá ið elsta systir mín, sum nú hevði verið 80 ár, fekk brøv – tá man eg hava verið barn – tá stóð “Nybo, Thorshavn” á brævbjálvanum. Nybo var úti í Bø, tí tað vóru eingi gøtunøvn tá. Húsini hjá okkum vórðu bygd í 1895, og tað vardi leingi, áðrenn navnið Bøgøta kom at standa.

Smiðjurnar
Tað er heilt nýtt fyri meg, at smiðjan hjá Jensen verður rópt Smiðjan í Lítluvík. Vit róptu hana altíð Jensens smiðja. Tí tann smiðurin, ið var har alla mína tíð, var smed Jensen. Men hann mundi vera smiður fyri onkran annan; tað man hava verið Restorffs handil, sum hevur havt ta smiðjuna. Tað varð sagt Jensens smiðja, Askhams ­smiðja og Hans B. Arge`sa smiðja. Og yvirav – har sum Liffa hevði hattahandil tá – var Argjasmiðjan; hon mundi vera tann elsta. Hon var lág og stóð yvir ánna og inn í Bøgøtu – har var ikki tann breiði vegurin tá. Seinni vórðu eini hús bygd afturat; nú eru tey so umbygd.

Í Grind og Jomfrúbakkin
Vit fingu fortalt, at tað einaferð hevði verið eitt hagaportur her omanfyri. Haðan kom navnið í Grind. Eg havi ta uppfatan, at portrið hevur verið einastaðni millum Gamle Danmark og brekkuna, ið gekk niðaná har. Tað strekkið róptu vit niðri á Bakka ella at fara oman á Bakka; tað var í grundini kallað fyri Jomfrúbakkin. Her fóru havnarkonur við hvørt ein túr oman í góðum veðri um summarið. Eg minnist, at mamma mín onkuntíð fór oman har. Sóu vit onkra, vit kendu, sum búði uppi í Tróndargøtu, t.d. Hansinu hjá Kaldbaks-Peturi ella Juvinu hjá Anton, fara omaneftir, plagdu vit siga “Hygg, nú fer hon oman á Jomfrúbakkan.” Tað var ofta, tá ið veðrið var gott, og bátarnir t.d. komu aftur av dyrging.

Les um onnur nøvn í Havnini tá í Dimmalætting hesa vikuna ella sum haldari her.