- Í ár skuldi verða mítt ár

Aftaná trý beisk ár, lukkaðist tað endiliga. - Eg havi aldrin áður stríðst so nógv fyri at røkka nakað. Í ár skuldi verða mítt ár, sigur Marius DC, nýggi vinnarin av tónleikakappingini Sement 2022

Anna Joensen-Næs
4. mai 2022 kl. 00:04

Sement 2022 er nú av. Vinnarin av tónleikakappingini gjørdist vælkendi ungi rapparin Marius DC. Aftaná trý beisk ár, lukkaðist tað endiliga. -Eg havi aldrin áður stríðst so nógv fyri at røkka nakað. Í ár skuldi verða mítt ár, sigur ein rørdur Marius.

Tónleikur altíð verið ein stórur partur av lívinum

- Eg haldi, øll hava eitt slag av samband við tónleikin. Vit kenna øll okkurt. Tónleikur hevur í hvussu er altíð verið ein stórur partur av mínum lívi. Eg byrjaði at lurta serliga nógv eftir rappi. Frá tí løtu visti eg bara, at tað var tann vegin, ið eg ynskti at fara, sigur Marius.

Somuleiðis við stóra kærleikan fyri tónleikinum, hevði Marius eina heilt serstaka rødd, og hetta sóu tey kring hann.

- Eg var faktiskt partur av Barnakórinum til sangleikin Rósa Maria, ið bleiv vístur í Norðulandahúsinum fyri árum síðani, sigur Marius við einum brosi.

-Eg sá í veruleikanum ikki meg sjálvan sum tann “størsta” sangarin tá. Men undir venjingunum og til sýningarnar komu fleiri yvir til mín og róstu mær. Hetta gav mær blóð uppá tonnina, sigur Marius.

“Skelkaði um at ein 15 ára gamal drongur sum eg dugdi at rappa á tann hátt”

- Skeg nokk byrjaði eg síðani onkuntíð at koma til Open Mic og rappa nøkur løg leysliga har. Fólk vóru skelkaði hvørja ferð, at ein 15 ára gamal drongur sum eg dugdi at rappa og raka tónarnir á tann hátt, greiðir Marius frá og flennur síðani.

Tíðin leið og Open Mic framførslurnar gjørdust fleiri. 

Voxbotn 2019 

Open Mic framførslurnar vístu umheimin á, at ungi rapparin Marius veruliga hevði nakað heilt serstakt at bjóða.

- Tað fyrsta stóra nakrantíð var heilt víst Voxbotn 2019. Hendan upplivingin kendist næstansum óverulig. Eg eri enn tann dag í dag sera takksamur fyri, at tey góvu mær hendan gylta møguleikan. At tey sóu tað í mær, sigur Marius.

Tað eina tók hitt, og í dag er Marius DC eitt av yngstu men tó vælkendastu nøvnunum innan tónleikaheimin í Føroyum.

“Til dómararnir ið søgdu at mín tónleikur ikki er autentiskur”

Marius hevur áður luttikið í Sementkappingini heili 2 ferðir. Í ár var triðja árið, og nú skuldi posin av álvara ristast.

Leygarkvøldið til Sement finaluna steig ein innibrendur Marius inn á pallin. Gjøgnum hini 2 árini, kendist tað ikki altíð líka lætt.

- Eg byrjaði veruliga at hugsa, at Sement ikki var gjørt fyri meg og mín tónleik. Sjálvt um næstansum øll kring meg søgdu mín tónleik verða nakað serstakt, og hildu áfram við at siga mær, at tey hildu meg hava ein góðan møguleika at vinna, gjørdist hetta tó ikki veruleiki. Orðini hjá dómarunum raktu hart. Hetta má eg bara viðurkenna. Eg veit, hvussu tað kennist at tapa, sigur Marius við einum klumpi í hálsinum.

Hálvvegis undir framførsluni leygardagin, gav hann eina heilt serstaka heilsu til dómararnar, í tí at hann rópti út til fjøldina. -Til dómararnir, ið søgdu at mín tónleikur ikki er autentiskur.

Reinsaríið kókaði. Marius fór nú nýggjar leiðir, nemliga eftir gullinum.

-Eg tók nógv til mín av tí, ið dómararnir áður høvdu viðmerkt. Í ár var eisini fyrstu ferð, eg hevði bólk við á pallin og sang á føroyskum. Hetta var ein stór broyting, sigur Marius.

"Einki er lovað"

Leitanin eftir gullinum hevur verið drúgv. Men Marius gav tó ikki upp.

- Eg ynskti at vísa teimum, at eg kundi. At eg megnaði at mótprógva teimum. Eg helt áfram, sjálvt um tað kendist ógjørligt. Eg havi aldrin áður stríðst so nógv fyri at røkka nakað. Eg savnaði alla megi og fór eftir gullinum. Í ár skuldi verða mítt ár, sigur Marius.

Hóast stríðið, ynskti Marius tó ikki at skapa sær nakrar væntanir.

- Eg haldi í veruleikanum, at tað tók trýstið vekk, at støðið var so høgt. Eg ynskti ikki at gerast skuffaður enn einaferð og væntaði tí ikki at vinna. Allir tónleikararnir, ið vóru við í ár, vóru ógvuliga dugnaligir og ymiskir á hvør sín serstaka hátt. Tað var hørð kapping. Øll kundu havt vunnið. Eg helt faktiskt, at RSP fór at fara við sigrinum, sigur Marius og brosar síðani.

Marius heldur síðani áfram við at seta orð á tankarnir áðrenn kappingina.

- Einki er lovað. Øll kunnu elska teg og tín tónleik, men tað kann tó enn ikki ganga sum væntað. Um eg skal geva eitt ráð til aðrir tónleikarir, ið ynskja at luttaka í Sement, er tað, at tú skalt geva alla orku, inntil tú kennir, at tú kanst vinna. Ikki steðga tá kortini. Halt áfram, tí sjálvt tá, mást tú gera tað betri, villari.

Aftaná trý beisk ár, lukkaðist tað endiliga.

"Nú veit eg hvussu tað kennist at vinna"

Reinsaríið kókar. Vertur Bjørk S. Lamhauge andar djúpt inn. Í tí at hon rópar navnið Marius DC upp, hoyrist eitt øgiligt róp úr fjøldini. Marius rennur inn á pallin við fullari ferð og dettur á knæ. 

- Eg kann ikki lýsa løtuna við orðum, tá ið eg hoyrdi mítt navn. Tað ógjørliga gjørdist nú gjørligt. Eg minnist bert, at eg hugdi upp í ljósið við tungu virðislønini í hondini. Tað var heilt sýra. Eg havi aldrin áður kent so nógva gleði. Hetta var heilt víst størsta løtan í mínum lívið. Eg mótprógvaði teimum. Aftaná trý beisk ár gjørdist alt stríðið tað vert. Eg veit, hvussu tað kennist at tapa. Nú veit eg, hvussu tað kennist at vinna, sigur ein enn ávirkaður Marius tveir dagar aftaná kappingina.

Ynskir nú at taka næsta stigið

Steðgur var komin í tónleikin. Heiðurin gav tó Marius blóð uppá tonnina aftur. 

- Korona raktið hart. Allar konsertir og ætlanir um festivalar, vóru avlýstar. Eg var nokk ávegis á eitt síðuspor. Nú havi eg fingið blóð uppá tonnina aftur. Um eg kann vinna Sement, kann eg alt.

Somuleiðis við at støðið í ár var ógvuliga høgt, vóru vinningarnir enn hægri. Vinnarin Marius kann nú fegnast um at sleppa at spæla inn nýggjastu løgini í Studio Bloch við vælkenda tónleikarinum Teodor Kapnas.

- Eg ynski ikki at avdúka ov nógv. Eg veit bara, at tað verður gott, endar Marius, nýggi vinnarin av Sement 2022, av við at siga.