Í dag fer Summarfestivalurin av bakkastokki

Stóra navnið á ársins Summar Festivali fer á pall í kvøld. Talan er um heimskenda norska DJ’in Alan Walker, sum hevur hittað um allan heimin við sangum sum “Faded”, “Alone” og “Spectre”

Kristian Waag Dam
4. august 2022 kl. 10:10

Aftaná trý ár uttan Summar Festivalin í Klaksvík, so er risa festivalurin endiliga aftur á skránni um vikuskiftið.

Summar Festivalurin byrjar við skrúðgongu og barnakarnevali úr Klaksvíksgarðinum og heim á festivaløkið. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin at vera við í skrúðgonguni, sum byrjar í dag klokkan 15. Eftir skrúðgonguna letur Silvaland upp.

Fyrsti tónleikarin, sum fer at framføra á festivalinum, er Brimhvítt. Hon spælir í tjaldinum klokkan 19 í kvøld. Í kvøld ber eisini at uppliva Danny & Inga, Ester Kristiansen, Kára Fossdalsá, Kim Hansen, Signar í Homrum og Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.

Stóra navnið á ársins Summar Festivali fer eisini á pall í kvøld. Talan er um heimskenda norska DJ’in Alan Walker, sum hevur konsert á Vágsbøi klokkan 23. Hann spælir elektroniskan tónleik og hevur hittað um allan heimin við sangum sum “Faded”, “Alone” og “Spectre”. Sambært tíðindaskrivi, so er stóri pallur á Vágsbø serliga útgjørdur til konsertina hjá honum í kvøld.

Í sendingini summarmorgun hjá Kringvarpinum greiddi Hanus Kjølbro, veðurkønur, frá, at veðrið sá hampiligt út til ársins festival, serliga tveir teir fyrstu dagarnar verður veðrið gott. Í dag verður turt, men tað fer at regna út á kvøldið og í nátt, tó heldur váta veðrið ikki áfram fríggjadagin, tá verður turt. Leygardagin verður ælaveður.

Tað er nógv á skránni til ársins Summar Festival. Nøkur av nøvnunum, ið skulu framføra um vikuskiftið eru Swangah, Dynamit, Marius D, Rasmus Bjerg og Páll Finnur Páll.