Í kvøld verður Summarsólstøður í Sandagerði

Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði við felagssangi, báli, kaffi, kaku og saft

Mynd: Tórshavnar kommuna
Kristian Waag Dam
21. juni 2022 kl. 11:30

Tórshavnar kommuna hevur boðað frá á heimasíðu síni, at summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði.

Formaðurin Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, fer at halda røðu. Haraftrat verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.

Sanghefti verða at fáa úti í Sandagerði, men tú kanst eisini taka sangheftið niður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Sambært veðurforsøgnunum verður veðrið gott, og tá plagar fitt av fólki at savnast til hetta hásummartiltak í Sandagerði. 

Kelda: Tórshavnar kommuna