Í morgin verður síðsta umfarið av Ódnartøkum

Fyrsta umfarið av Ódnartøkum var síðsta vikuskiftið og í morgin verður tað seinna og síðsta umfarið av Ódnartakum avgreitt

(Mynd: rsf.fo)
Kristian Waag Dam
20. mai 2022 kl. 16:06

Skjótt fer FM í kappróðri av bakkastokki, men áðrenn tað mugu Ódnartøk avgreiðast. Fyrsta umfarið av Ódnartøkum var síðsta vikuskiftið og í morgin verður tað seinna og síðsta umfarið av Ódnartakum avgreitt.

Ódnartak er kapping, ið Róðrarsamband Føroya skipar fyri, har róð verður 140 metrar. Hvør manning rør teinin á 140 metrar tríggjar ferðir sama dag. Stig verða latin sambært RSF stigatalvuni fyri hvønn róður. Aftur hetta vikuskiftið er Runavík karmur rundanum kappingina.

Síðsta vikuskiftið luttóku 51 manningar. Sambært heimasíðuni hjá Róðrarsamband Føroya, so vera enn fleiri manningar til seinna umfarið. Síðsta umfarið av Ódnartøkum verður skotið í gongd í morgin klokkan 13.